Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 53
Føroysk og japansk (uglastong
59
hevur stytri stangartræ og longri armar enn tann føroyska,
at netið á tí japonsku er gjørt á stangararmarnar við ringum,
meðan stangararmarnir á føroysku stongini eru stungnir
ígjøgnum meskarnar á útjaðarinum á netinum; at stangar*
armarnir á tí japonsku stongini ganga ígjøgnum ringar á
tvørtrænum, har teir á tí føroysku ganga ígjøgnum ferhyrnt
spor í horninum; at hornið á tí føroysku stongini er stytri,
enn tvørtræið á hinari, og at kósarbandið á tí japonsku
stongini er soleiðis gjørt, at tað losnar, tá ið fuglur kemur
í netið, so at alt netið fer akandi fram móti nebbunum,
meðan kósarbandið á føroysku stongini skal vera so sterkt,
at tað skal halda; og tá ið fuglur er fleygaður, komin í
netið, kastar føroyski fleygamaðurin oftast um arm, so at
fuglurin verður læstur inni í netininum. Og hetta er enda-
málið bæði við føroysku og japansku fuglastongini.
Skyldskapurin ímillum føroysku og japonsku fuglastong*
ina er nógv størri enn tað, sum brýtur av. Eftir mínum
tykki er tað at undrast á, hvussu nær hesi amboð eru
skyld — so fjart frá hvørjum øðrum á heimsknøttinum.
Brøgger (1937) sigur, at fuglastongin er eitt serstakt
føroyskt amboð, sum ikki í hesum sniði er at finna nakra
aðrastaðni uttan í Vestmannaoyggjum, har hon eftir søgn
kom til oyggjarnar í miðøld úr Føroyum. Jirlow (1931)
ber upp á mál, at tá ið fuglastongin ikki kom á Suður^
landið í íslandi fyrr enn um leið 1880, er hon eldri í Før*
oyum enn í Islandi, og Johnsen (1946) greiðir frá, at úr
Føroyum kom fuglastongin til íslands í 1875, og var hesin
veiðiháttur, at fleyga fugl, tikin upp eftir føroyingum.
Svabo (1781 — 1782) skrivar, at í Hetlandi var fuglastongin
ikki nýtt, og skilar hann til, at roynt hevði verið at
fingið føroyskan fleygamann til at læra hetlendingar at
fleyga; men hetta kom ikki í lag. Jakobsen (1957) sigur,
at hetlendingar (u. 1. 1900) veiddu fugl eins og føroyingar.
Maður lesti seg niður í fuglaberg, og í hondini hevði hann
eina stong við neti á endanum. Men Jirlow (1931) sigur,
at fuglastongin tykist at hava avmarkaða útbreiðslu, og í