Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 62
68
Eitt sindur um setningar
pinn ella tópinn. Hesir pinnar vóru gjørdir soleiðis, at
teir hóskaðu at stinga upp í eina nýspunnað snældu, og
summir tópinnar høvdu blað í endanum niður undan
breiðara enda á tósnælduni, meðan aðrir vóru rundir her
ella spískir, og vóru teir soskikkaðir, alt eftir hvørjum
háttalagi samanvindingin skuldi greiðast úr hondum.
Tá ið maður skuldi vinda saman til trítrátt, so vant hann
av 3 snældum ísenn upp í noða. í støðum nýttu menn
ein butt til samanvindingar (S. — E. — Sa.). Ein buttur var
ein fjøl við holum í at seta tópinnarnar við snældunum í,
so tær stóðu fastar, meðan maður vant saman. Ur Sand*
vík havi eg gjørt mær eina avmynd av einum gomlum
butti, og er hann 17 cm hvønn vegin og um leið 5 cm
tjúkkur. í honum eru brend 3 hol á skák niður í hann;
Iíka langt er ímillum hesi hol, sum skapa ein trýhyrning.
Hesin buttur er sostatt nýttur til samanvindingar av trimum
snældum, trítrátt, og tópinnarnir vóru í hesum føri uttan
blað1). Maður kundi eisini vinda saman við at hava ein
tópinn við snældu stungnan niður ímillum húðaskógvin
ella rotuskógvin og fótin, og hava tveir stungnar inn ímillum
stráið og strábonkin. í hesum føri høvdu tópinnarnir blað,
men settu teir tópinnarnar við snældum í soppatorvu2),
tá ið teir vundu saman, so vóru teir spískir í endunum (S.).
Burturúr hesum verður úrslitið, at tann vanligi setning*
urin hjá manni ella húskalli at karða, spinna og vinda
saman ein dag afturat ymsum frágerðum var at fáa 4
merkur ella 2 pund av ull frá hondini.
!) Á Eiði verður sagt: »Fjølin, sum vit høvdu at seta smoyggingars
pinnarnar í, var ein tjúkk fjøl, sum vit kallaðu »foxið«. Øðrumegin
var spælið »fox and geese«, og tann síðan vendi niður, tí ið fjølin
varð nýtt sum buttur til samanvindingar.«
2) Úr Svínoy verður sagt: »Eg havi sæð konu, sum fór at vinda
saman, taka 2 soppatorvur, sum hon legði á gólvið. Hon stakk
smoyggingarpinnar við snældum á í torvurnar, styðjaði tær við fót»
unum, og so vant hon saman.«