Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 63

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 63
Eitt sindur um setningar 69 Vanligt var fyrr, at konufólk, tá ið tey fóru til neytar, høvdu stokkar við sær og bundu, meðan gingið varð fram og aftur (Rasmussen 1949, Bruun 1929), og tykist hetta at hava verið gamal siður. Søgn er eisini um, at neyta* kona spann á handsnældu, meðan hon gekk til neytar (K.). Lucas Debes (1673) sigur, at ein arbeiðskona ella ein kvinna skuldi binda 2 pund av spunnari ull um dagin til eitt hosupar, og Svabo (1781 — 1782) skrivar, at arbeiðs* konan bant eina hosu um dagin, tá ið hon umframt hevði annað húsligt arbeiði at takast við; men tá ið hon einans bant, skuldi hon binda hosuparið. Tær, sum bundu skjótast, kundu binda 3 hosur ein dag. Hann sigur, at hesar hosur vóru tær vanligu tá á døgum, sum bundnar vórðu til av* reiðingar, og vóru tær eina (62,8 cm) til eina og ein fjórðing alin (78,5 cm) til longdar. Landt (1800) sigur hetta sama og skilar til, at tað ikki var heilt sjáldsamt, at eisini mann* fólk bundu hosur, og vóru teir í hesum verki ikki eftir* bátar í mun til konufólkini. Østberg (1922) sigur, at tilkomið konufólk skuldi binda eina tvíbundna troyggju um dagin. Vanliga bundu tvey konufólk bulin í felag1), og skuldu tær báðar sostatt binda tvær troyggjur um dagin. Rasmussen (1949), sigur, at fýra* markatroyggja var dagsverk, og Maria Skylv Hansen(1950) sigur, at umframt tað, ið frá var at gera, skuldi arbeiðs« konan í køkinum saman við einari av hinum arbeiðs* konunum leggja tólv troyggjubular úr hondum um vikuna. Fólk á ymsum bóndagørðum siga enn hetta sama, uttan at vita, hvat aðrir hava skrivað um evnið. í einari bygd (N.) verður nú sagt, at tvey konufólk skuldu fyrr binda tveir troyggjubular um dagin; tað var dagssetningurin. Skilað verður til í hesum viðfangi, at bundu tvey konus fólk tveir bular, høvdu tey umframt aðrar frágerðir. tJr Sandoy (D.), verður nú greitt frá, at fyrr skuldi konufólk binda troyggjubul ella 3 troyggjuermar sum dagsverk. *) Tá ið konufólk bundu troyggjubul, nýttu tey 10 stokkar.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.