Fróðskaparrit - 01.01.1963, Qupperneq 63
Eitt sindur um setningar
69
Vanligt var fyrr, at konufólk, tá ið tey fóru til neytar,
høvdu stokkar við sær og bundu, meðan gingið varð fram
og aftur (Rasmussen 1949, Bruun 1929), og tykist hetta
at hava verið gamal siður. Søgn er eisini um, at neyta*
kona spann á handsnældu, meðan hon gekk til neytar (K.).
Lucas Debes (1673) sigur, at ein arbeiðskona ella ein
kvinna skuldi binda 2 pund av spunnari ull um dagin til
eitt hosupar, og Svabo (1781 — 1782) skrivar, at arbeiðs*
konan bant eina hosu um dagin, tá ið hon umframt hevði
annað húsligt arbeiði at takast við; men tá ið hon einans
bant, skuldi hon binda hosuparið. Tær, sum bundu skjótast,
kundu binda 3 hosur ein dag. Hann sigur, at hesar hosur
vóru tær vanligu tá á døgum, sum bundnar vórðu til av*
reiðingar, og vóru tær eina (62,8 cm) til eina og ein fjórðing
alin (78,5 cm) til longdar. Landt (1800) sigur hetta sama
og skilar til, at tað ikki var heilt sjáldsamt, at eisini mann*
fólk bundu hosur, og vóru teir í hesum verki ikki eftir*
bátar í mun til konufólkini.
Østberg (1922) sigur, at tilkomið konufólk skuldi binda
eina tvíbundna troyggju um dagin. Vanliga bundu tvey
konufólk bulin í felag1), og skuldu tær báðar sostatt binda
tvær troyggjur um dagin. Rasmussen (1949), sigur, at fýra*
markatroyggja var dagsverk, og Maria Skylv Hansen(1950)
sigur, at umframt tað, ið frá var at gera, skuldi arbeiðs«
konan í køkinum saman við einari av hinum arbeiðs*
konunum leggja tólv troyggjubular úr hondum um vikuna.
Fólk á ymsum bóndagørðum siga enn hetta sama, uttan
at vita, hvat aðrir hava skrivað um evnið. í einari bygd
(N.) verður nú sagt, at tvey konufólk skuldu fyrr binda
tveir troyggjubular um dagin; tað var dagssetningurin.
Skilað verður til í hesum viðfangi, at bundu tvey konus
fólk tveir bular, høvdu tey umframt aðrar frágerðir. tJr
Sandoy (D.), verður nú greitt frá, at fyrr skuldi konufólk
binda troyggjubul ella 3 troyggjuermar sum dagsverk.
*) Tá ið konufólk bundu troyggjubul, nýttu tey 10 stokkar.