Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 67

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 67
Eitt sindur um setningar 73 eina tunnu av korni sum dagsverk. Østberg (1922) sigur, at dagssetningurin var at skera eitt tunnulendi (350 m2) av akri. Riparin1) til at ríva øksini av stránum við tykist ikki at vera gamal í Føroyum, tá ið bæði Tarnovius (1669) og Debes (1673) siga, at kornøksini vórðu rivin av stránum við berum hondum. Svabo (1781—1782) sigur, at riparin var ikki nýttur allastaðni í Føroyum. Við berum hondum kundi maður fáa øksini av 3—5 kornbundum um dagin, men við ripara av 20—30 bundum um dagin, men tá mátti 2 fólk vera honum til hjálpar. Østberg (1922) sigur, at dagssetningur hjá manni var at ripa so mikið, sum gav eina tunnu av korni. Tá ið øksini høvdu ligið til terra í sornhúsinum, varð farið at lata av sorni, sum var at treskja og at tína. Bæði Debes (1673) og Landt (1800) nevna, at konufólkini tresktu korn við at traðka og trampa í øksini, til bygg* kornini vóru leys. Jirlow (1931) vísir á, at orðið at =s>treskja« upprunaliga merkir at traðka ella trampa. Hann nevnir, at út ímóti 1800 hava tey í Føroyum skóleys treskt2) kornið, ístaðin fyri at nýta treskitræ. Sama hevur verið gjørt í Hetlandi, sigur Jirlow, og vil hann halda, at kornarbeiðinum viðvíkjandi hevur forngermanskt hátta* lag verið varðveitt í Føroyum í langa tíð. — Svabo (1781 — 1782) sigur, at tað var ikki heilt sjáidsamt, at fátækra* fólk tresktu við einum avlangum steini. — Tá ið her verður nevnt um dagsverk ella setning í samband við at lata av sorni, er tað frá teirri tíðini, tá ið treskitræið varð nýtt (sjá Rasmussen 1949). Sambært Østberg (1922) arbeiddu 3 konufólk í felag, tá ið latið varð av sorni. Tær lógu á knæ við treskitrøum og tresktu, til byggkornini vóru leys !) Mynd av ripara sæst hjá Jirlow 1931, bls. 116. Hetta var riparin, sum nýttur varð til eftir ár 1900. Petersen (1963, bls. 193) sigur, at Hans Jacobsen Debes, legmaður (f. 1722, d. 1769, løgmaður frá 1755 —1769) fann uppá riparan. 2) Mynd av treskitræ sæst hjá Jirlow 1931, bls. 118; Rasmussen 1949, bls. 78. 6
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.