Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 67
Eitt sindur um setningar
73
eina tunnu av korni sum dagsverk. Østberg (1922) sigur, at
dagssetningurin var at skera eitt tunnulendi (350 m2) av akri.
Riparin1) til at ríva øksini av stránum við tykist ikki
at vera gamal í Føroyum, tá ið bæði Tarnovius (1669)
og Debes (1673) siga, at kornøksini vórðu rivin av stránum
við berum hondum. Svabo (1781—1782) sigur, at riparin
var ikki nýttur allastaðni í Føroyum. Við berum hondum
kundi maður fáa øksini av 3—5 kornbundum um dagin,
men við ripara av 20—30 bundum um dagin, men tá mátti
2 fólk vera honum til hjálpar. Østberg (1922) sigur, at
dagssetningur hjá manni var at ripa so mikið, sum gav
eina tunnu av korni.
Tá ið øksini høvdu ligið til terra í sornhúsinum, varð
farið at lata av sorni, sum var at treskja og at tína. Bæði
Debes (1673) og Landt (1800) nevna, at konufólkini
tresktu korn við at traðka og trampa í øksini, til bygg*
kornini vóru leys. Jirlow (1931) vísir á, at orðið at
=s>treskja« upprunaliga merkir at traðka ella trampa. Hann
nevnir, at út ímóti 1800 hava tey í Føroyum skóleys
treskt2) kornið, ístaðin fyri at nýta treskitræ. Sama hevur
verið gjørt í Hetlandi, sigur Jirlow, og vil hann halda,
at kornarbeiðinum viðvíkjandi hevur forngermanskt hátta*
lag verið varðveitt í Føroyum í langa tíð. — Svabo (1781
— 1782) sigur, at tað var ikki heilt sjáidsamt, at fátækra*
fólk tresktu við einum avlangum steini. — Tá ið her verður
nevnt um dagsverk ella setning í samband við at lata av
sorni, er tað frá teirri tíðini, tá ið treskitræið varð nýtt
(sjá Rasmussen 1949). Sambært Østberg (1922) arbeiddu
3 konufólk í felag, tá ið latið varð av sorni. Tær lógu á
knæ við treskitrøum og tresktu, til byggkornini vóru leys
!) Mynd av ripara sæst hjá Jirlow 1931, bls. 116. Hetta var riparin,
sum nýttur varð til eftir ár 1900. Petersen (1963, bls. 193) sigur, at
Hans Jacobsen Debes, legmaður (f. 1722, d. 1769, løgmaður frá 1755
—1769) fann uppá riparan.
2) Mynd av treskitræ sæst hjá Jirlow 1931, bls. 118; Rasmussen 1949,
bls. 78.
6