Fróðskaparrit - 01.01.1963, Blaðsíða 71
Eitt sindur um setningar
77
7. Sláttur.
Svabo (1781 — 1782) helt um tann føroyska líggjan, at
hann mundi helst vera tann vánaligasti, sum nýttur varð
í Norðurlondum, og Landt (1800) sigur, at føroyingar
nýta smáar líggjar, og eru teir 3 korter langir, tað er 18
tummar'). Rasmus Rasmussen (1949) skrivar, at hin før*
oyski líggin, sum nýttur var um leið 1880—90, var ikki
longri enn 14—15 tummar1) (stundum stytri), men breiddin
var ávikavist stór, 4—5 tummar, og vóru tílíkir líggjar
smíðaðir í smiðjuni í bygdini. Svabo (1781 — 1782) hevur
mynd av gamla føroyska líggjanum, og sæst hon í útgáv*
uni frá 1959 á bls. 19, Tab. III, fig. 3., og Jirlow (1931)
hevur somuleiðis tekning av gamla føroyska líggjanum á
bls. 108, Fig. 13, tekning 15 og 16. — Jirlow (1931) vísir
á, at líggi eins og tann gamli føroyski, sum bæði Svabo,
Landt og Rasmus Rasmussen nevna, og sum varð nýttur
í Føroyum til um leið 1900 og í støðum eftir tað við,
høvdu teir á Mainland í Hetlandi um ár 1890.
Svabo (1781 — 1782) sigur, at vanligt var í Vágum, at
maður skuldi sláa */3 fóður um dagin, tá ið grasið hvørki
var ov tjúkt ella ov tunt. Til eitt vetrarfóður hjá neyti
roknaðust 20 byrðar2) av hoyggi. Sostatt hevur setningurin
sambært Svabo verið, at í Vágum skuldi maður sláa til
slakar 7 byrðar av hoyggi ein dag. Østberg (1922) sigur,
at setningurin hjá sláttumanni var at sláa ein dag til 3
sátur. Ein meðalsáta, metingarsáta, er 3 byrðar av hoyggi.
Tann vídd, sum gav hoyggj til eina tílíka sátu, róptist eitt
sátulendi (700 m2) og var vanliga tað sama sum 2 tunnu*
lendi. — At sláttumaður ein dag skuldi sláa 3 sátulendi,
var vanligur setningur til eftir ár 1900. í einari bygd (N.)
sigur gamal bóndi, at soleiðis var har, tá ið hann var ungur,
og tá nýttu teir enn líggjan av fornum sniði, sum um<
røddur er í hesum broti. Ein annar heimildarmaður (K.)
>) Ein tummi = 2,615 cm.
2) Ein byrða av hoyggi — 50 kg.