Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 74
80
Eitt sindur um setningar
um setningin, til teir dugdu eins væl at spinna og teir
tilkomnu spunamenninir. Úr aðrari bygd (N.) verður sagt,
at vanligur setningur hjá smágentu var ein troyggjuerma
ella tvær at binda ein dag, alt eftir aldri og arbeiðsevnum
hjá gentuni. Østberg (1922) nevnir, at setningurin fyri
børn var settur teimum í mun til, hvussu mikið tey vóru
hildin at kunna greiða úr hondum. Ein smádrongur fekk
nakrar merkur at tvinna, ein smágenta eina ermu at binda,
og ein størri genta tvær ermur at binda ein dag.
10. Staðbundnir setningar.
Tað tykist, at føroyingar fyrr í dagliga arbeiðinum, har
tað yvirhøvur var møguligt, hava sett setning fyri, hvat
arbeiði skuldi fáast úr hondum greitt av hvørjum einstøkum
ein dag. Sum tað sæst, hava summir setningar verið tolu^
liga eins um alt landið, og best hevur ligið fyri, at setm
ingurin kundi vera toluliga javnur víðan um, tá ið tað
ráddi um at spinna, veva, binda og royta fugl. — Men í
mongum førum útiarbeiði viðvíkjandi hava líkindini verið
so ójøvn, at setningarnir hava verið heilt ójavnir, og at
talan verður um staðbundnar setningar. Her skal nevnast
eitt tílíkt dømi. Sagt verður (N.), at tá ið teir skuldu bera
oman torv á Skorini, so høvdu teir fastan setning, hvussu
mikið ið skuldi berast upp á hvørt fólkið ein arbeiðsdag.
Á hesum staði skuldi torvið berast í leypi av Skorini í
erva, sum er um leið 250 metrar yvir sjóvarmálanum og
oman gjøgnum brattlendi, niður um 4 stíggjar, har ein
eitur Togstíggjur, og oman á Lutastaðin á Syðratanga,
haðani teir seinri skuldu føra torvið til húsa heim. Borið
varð til møtis, og konufólkini vóru niðast, har frægast var
at ganga. Setningurin var í hesum føri, at 10 leypar skuldu
berast oman um dagin upp á hvørt fólkið, kvinnu sum
mann. Á nevnda staði bóru teir torvið oman á Syðratanga
til í 1896, tá ið teir bygdu sær rennistrong at flyta torvið
oman við. Tá ið hann var komin, var setningurin ein dag
at bera 20 leypar av torvheiðunum og til rennistreingin.