Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 74

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Page 74
80 Eitt sindur um setningar um setningin, til teir dugdu eins væl at spinna og teir tilkomnu spunamenninir. Úr aðrari bygd (N.) verður sagt, at vanligur setningur hjá smágentu var ein troyggjuerma ella tvær at binda ein dag, alt eftir aldri og arbeiðsevnum hjá gentuni. Østberg (1922) nevnir, at setningurin fyri børn var settur teimum í mun til, hvussu mikið tey vóru hildin at kunna greiða úr hondum. Ein smádrongur fekk nakrar merkur at tvinna, ein smágenta eina ermu at binda, og ein størri genta tvær ermur at binda ein dag. 10. Staðbundnir setningar. Tað tykist, at føroyingar fyrr í dagliga arbeiðinum, har tað yvirhøvur var møguligt, hava sett setning fyri, hvat arbeiði skuldi fáast úr hondum greitt av hvørjum einstøkum ein dag. Sum tað sæst, hava summir setningar verið tolu^ liga eins um alt landið, og best hevur ligið fyri, at setm ingurin kundi vera toluliga javnur víðan um, tá ið tað ráddi um at spinna, veva, binda og royta fugl. — Men í mongum førum útiarbeiði viðvíkjandi hava líkindini verið so ójøvn, at setningarnir hava verið heilt ójavnir, og at talan verður um staðbundnar setningar. Her skal nevnast eitt tílíkt dømi. Sagt verður (N.), at tá ið teir skuldu bera oman torv á Skorini, so høvdu teir fastan setning, hvussu mikið ið skuldi berast upp á hvørt fólkið ein arbeiðsdag. Á hesum staði skuldi torvið berast í leypi av Skorini í erva, sum er um leið 250 metrar yvir sjóvarmálanum og oman gjøgnum brattlendi, niður um 4 stíggjar, har ein eitur Togstíggjur, og oman á Lutastaðin á Syðratanga, haðani teir seinri skuldu føra torvið til húsa heim. Borið varð til møtis, og konufólkini vóru niðast, har frægast var at ganga. Setningurin var í hesum føri, at 10 leypar skuldu berast oman um dagin upp á hvørt fólkið, kvinnu sum mann. Á nevnda staði bóru teir torvið oman á Syðratanga til í 1896, tá ið teir bygdu sær rennistrong at flyta torvið oman við. Tá ið hann var komin, var setningurin ein dag at bera 20 leypar av torvheiðunum og til rennistreingin.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.