Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 121
Fiskimarkið
127
fiskiskapi í ymiskum londumcc.1) Sambært hesa frágreiðing,
sum er grundað uppá tøl frá 1956, livir einki annað fólk
í so framúrskarandi mát av fiskiskapi sum føroyingar. Før*
oyar høvdu hina størstu fiskiveiðu í heiminum á íbúgva,
nevniliga 3,5 tons. Framvegis fiskaðu Føroyar í nøgd meira
enn 2A av londunum, til dømis meira í nøgd enn lond
sum Belgia, írland, Grikkaland, Australia og New Zealand.
3. Spurningurin er so, um fólkarætturin í dag heimilar
tílíkum londum, ið bert ella eina mest liva av fiskiskapi,
ein serligan rætt til fiskimiðini við strendur teirra. Sum
vera man, hevur megingongdin í fólkarættinum verið lítið
ávirkað av viðurskiftunum hjá hesum londum. Fíartil hava
tey verið ov fjarskotin og smá. Einstakar røddir hava tó
tíðliga stuðlað tílíkum serrættindum.2) Á ráðstevnunum
báðum í Geneve varð spurningurin tikin upp. Tað eydn=
aðist ikki at samtykkja nakra reglu um eitt serligt fiski*
mark í hesum førum, eins lítið og tað eydnaðist at
semjast um nakra almenna reglu um víddina av landhalg*
inum ella fiskihalginum. 1 ó var tað ikki týdningarleyst,
at málið varð drigið fram á hesum báðum stevnum, har
tey flestu lond í heiminum tóku lut. Fyri fyrstu ferð varð
gjørt greitt fyri altjóðasamfelaginum, at slík føri eru
til, har hitt umliggjandi havið frá gamlari tíð hevur havt
>) Document A/Conf. 13/16, Official Records III s. 252—260.
2) Sarpi, ein italskur altjóðaløgftøðingur frá 17. øld, hevði tað sjónars
mið, at víddin av landhalginum eigur at setast í mun til tørvini hjá
viðkomandi strandríki uttan at ganga móti rættindunum hjá øðrum
tjóðum. Hjá einum landi ella býi við stórum og ríkum lendum er tað
eftir tykki Sarpis litil tørvur á fiskiskapinum í grannahavinum, meðan
ein tílíkur við smáum lendum, sum fær tað mesta av lívsuppihaldi
sínum frá havinum, eigur at hava einarætt til nýtslu av einum nógv
størri øki av havinum enn hini. Dominio del Mar' Adriatico e sue Raggione
per il Jus Belli della Serenissima Republica di Venetia, Venezia, 1686,
smb. Fulton s. 547, har hann ger hesa viðmerking: »This doctrine,
though obviously difficult of application internationally, has much to
recommend it on grounds of reason and justice.®