Fróðskaparrit - 01.01.1963, Side 122
128
Fiskimarkið
sama týdning sum hitt fasta landið hjá øðrum tjóðum.
Teir flestu, ið høvdu orðið, søgdu seg skilja rættvísi í, at
ein serskipan varð gjørd í slíkum undantaksførum. Tað
eydnaðist ikki á ráðstevnunum at orða eina serskipan
um fiskimarkið soleiðis, at hon kundi góðtakast við tí
atkvøðumeiriluta, ið kravdist. Men at undantaksførini
eru til, fekk eina positiva viðurkenning á ráðstevnuni í 1958.
Hetta hendi við áðurnevndari samtykt frá 26. apríl 1958,
ið varð gjørd á fullskipaða fundinum. í samtyktini
viðurkennir ráðstevnan sum eina grundreglu, at sertiltøk
eiga at verða gjørd millum annað í førum, har tjóðir í
framúrskarandi mát líta á heimafiskiskap fyri lívsuppihald
ella fíggjarliga framburð teirra (»are overwhelmingly de»
pendent upon coastal fisheries for their livelihood or eco*
nomic development«). Sum eitt ítøkiligt (konkret) tiltak í
hesum førum mælir ráðstevnan avvarandi londum til at
semjast um framíhjárætt fyri strandríkið, um tað av friðingar*
orsøkum gerst neyðugt at seta mark fyri veiðina av einum
fiskaslagi ella fleiri fiskasløgum á havleiðum, ið liggja upp
at fiskihalginum hjá strandríkinum. Hesin framíhjárættur
eigur eftir samtyktini at miða seg eftir tí týdningi, ið fiski*
skapurin hevur fyri strandríkið í mun til áhugarnar hjá
teimum fremmandu londum, ið reka íiskiskap á viðkom*
andi havleið. At enda verður mælt til at loysa ósemju í
hesum førum við samráðing og gerðardómsrættargangi.1)
Svarið upp á hin setta spurning má vera, at hin positivi
fólkarætturin í dag ikki heimilar samfeløgum, ið eru »over*
whelmingly dependent upon coastal fisheries for their
livelihood or economic development« at gera serskipan um
*) Hin bretski fiskimálaráðharrin, Sir John Hare, 11. apríl 1960 á
ráðstevnuni í Geneve: »The United Kingdom is not unsympathetic
towards the special situation of the few countries which are overwheb
mingly dependent upon fisheries for their livelihood. In 1958, three
countries had been generally recognized as being in that category
— Iceland, the Faroes and Greenland«. Second Conference, Official
Records s. 128.