Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 122

Fróðskaparrit - 01.01.1963, Síða 122
128 Fiskimarkið sama týdning sum hitt fasta landið hjá øðrum tjóðum. Teir flestu, ið høvdu orðið, søgdu seg skilja rættvísi í, at ein serskipan varð gjørd í slíkum undantaksførum. Tað eydnaðist ikki á ráðstevnunum at orða eina serskipan um fiskimarkið soleiðis, at hon kundi góðtakast við tí atkvøðumeiriluta, ið kravdist. Men at undantaksførini eru til, fekk eina positiva viðurkenning á ráðstevnuni í 1958. Hetta hendi við áðurnevndari samtykt frá 26. apríl 1958, ið varð gjørd á fullskipaða fundinum. í samtyktini viðurkennir ráðstevnan sum eina grundreglu, at sertiltøk eiga at verða gjørd millum annað í førum, har tjóðir í framúrskarandi mát líta á heimafiskiskap fyri lívsuppihald ella fíggjarliga framburð teirra (»are overwhelmingly de» pendent upon coastal fisheries for their livelihood or eco* nomic development«). Sum eitt ítøkiligt (konkret) tiltak í hesum førum mælir ráðstevnan avvarandi londum til at semjast um framíhjárætt fyri strandríkið, um tað av friðingar* orsøkum gerst neyðugt at seta mark fyri veiðina av einum fiskaslagi ella fleiri fiskasløgum á havleiðum, ið liggja upp at fiskihalginum hjá strandríkinum. Hesin framíhjárættur eigur eftir samtyktini at miða seg eftir tí týdningi, ið fiski* skapurin hevur fyri strandríkið í mun til áhugarnar hjá teimum fremmandu londum, ið reka íiskiskap á viðkom* andi havleið. At enda verður mælt til at loysa ósemju í hesum førum við samráðing og gerðardómsrættargangi.1) Svarið upp á hin setta spurning má vera, at hin positivi fólkarætturin í dag ikki heimilar samfeløgum, ið eru »over* whelmingly dependent upon coastal fisheries for their livelihood or economic development« at gera serskipan um *) Hin bretski fiskimálaráðharrin, Sir John Hare, 11. apríl 1960 á ráðstevnuni í Geneve: »The United Kingdom is not unsympathetic towards the special situation of the few countries which are overwheb mingly dependent upon fisheries for their livelihood. In 1958, three countries had been generally recognized as being in that category — Iceland, the Faroes and Greenland«. Second Conference, Official Records s. 128.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.