Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 3
Fólkatíilið um 1600
9
Telir ein skattakontoirnar upp eftir jarðabókini 1584,
verður úrslitið betta:
Suðuroy (kongsb. 56, óðalsb. 43) 99
Sandoy og St. Díraun ( — 27, - 30) 57
Skúvoy ( - 7, 4) 11
Mykines ( - 8, 7) 15
Vágar ( - 25, 9) 34
Streymoy ( - 77, - 16) 93
Nólsoy ( - 8, 8) 16
Hestur ( - 4, 0) 4
Koltur ( - 2, 0) 2
Eysturoy ( — 95, — 29) 124
Norðuroyar ( - 53, — 24) 77
íalt 532
Tað hogligasta vildi nú verið beinleiðis at tikið talið 532
sum umboðandi so mangar uppihaldarar, latið hvonn av
hesum umboðað eitt hóskandi miðaltal av persónum og
faldað hesi bæði tolini hvort við dðrum. Úrslitið Ikundi so
verið tikið sum mát fyri fólkatalið í Foroyum um ár 1600.
Men kannar ein jarðabókina gjollari, verður ein skjótt
varur við, at so lagaligt liggur tað ikki fyri at finna fólka-
talið. Tí ein tílík kannan vil avdúka, at av ndvnunum í
jarða'bókini eru ein nogd nevnd tvær ella fleiri ferðir, og
viðvíkjandi ndkrum av hesum novnum kunnu vit við at taka
ættargransking til hjálpar við vissu sláa fast, í oðrum forum
taka tað fyri mest líkt til, at tey umboða teir somu persónar-
nar. Alrbeiði okkara verður tí (1) at kanna eftir, hvussu
nógvar veruriligar uppihaldarar, novnini í jarðabókini um-
boða, t. v. s. hvussu nógv tað er neyðugt at minka um tey
omanfyri standandi tolini fyri tær einstdku oyggjarnar. Har-
næst (2) verður neyðugt at meta um, hvus'su nógvir uppsit-
arar kunnu hugsast at hava verið, t. v. s. um ein maður,
ið stendur sum lánari ella ánari av fleiri búum, kann hava
havt ein uppsitara á summum av teimum; 'her verður eisini
at hava í huga, hvussu langt hesi búgv liggja hvdrt frá oðrum