Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 145
Firvaldar í Foroyum
151
við nógvum evarssmáum svortum prikkum. Rótókið gulliga
brúnt fyri iframman. Innara miðstrika dimm, tennt, támut
fyri framman, ytra miðstrika dimm, tennt, greinilig allan
vegin, randað uttan við ljósum. Innanvert í miðókinum
stórur gulur bdettur, randaður við brúmum. Frá Mettinum
gul tunga út til ytru miðstriku. í tunguni 2 svartir diska'l-
prikkar. Eisini irennur frá blettinum gulur órvur yvir um
innaru mið&triku mótj rótini. Jaðaraókið grátt. Afturv.
ljósa-grábrúnir . VI. 1,0—1,1 cm*).
43. Ephestia Kuehniella Z. (mynd 43). Mjól-húsvættið.
Funnið suðuri í Vági og í Tórshavn í 1954 av hðv. Livir
bert í mjól- og grýngoyms'luhúsum.
Framv. gráir, oftast við brúmligum dámi, við tættum
svórtum flusi. Miðstrikur ljósagráar, innara grovliga sag-
tennt við brúnurn slkugga í miðókinum, ytra báðumegin við
dimmum sikugga og við spíslkum horni inneftir tætt við
framtromina. í miðókinum 2 'svartir diskalprikkar hvór
aftan fyri annan. Framvið jaðaranum dimmir prikkar.
Afturv. gráliga hvítir, glari.r, við dimmum æðrum. Skúv-
arniir gráir, skyggjandi. VI. 1,0—1,1 cm.
Ormveran hvít við reydligum ella grónligum dámi. Hóvur
og nakkaslkjóldur gulbrún. Livir í mjoli, gróni og grýni,
sum verður spunnið saman, og hon ger ikki lítlan skaða.
Reivveran liggur í hvítum spuna. W. van Deurs1.
Mjól-húsvættið er at kalla um afllan heimin. Upprunaliga
spjatt runt við amerikanskum korni og mjÓli, Schiitze11.
44. Acalla sp.
Funnin í 1948 (?) í Kirkjubó av Gazet Patursson, sendur
til Zoolog. Mus. í Kóbenhavn. Bræv dagfestt 17. dec. 1948
*) Wilh. van Deurs, Kobenhavn, upplýsir: í Norður-Europa varð gulari:
fyrstu ferð funnin í 1922 í goymsluhúsi í London. Nýliga er hann eisini
funnin í Svotríki.
Aðrastaðni í Norðurlondum er hann ikki funnin.
Ormveran sigst liva bert á turkaðum fruktum úr Suðurlondum.
Teir, ið sæð hava firvaldin í Tórshavn, halda ormveruna liva á mandlum.