Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 66
72
Lámfa dhearr í føroyskurn máli
landi, sbr. orvhendt) keiva f. (av lýsingarorðinum keiv
»skjæv, vrien; vrang, tver, ubekvem«), vinstrhentur: keiv-
hendt (Torp). — Svensk bygdamál hava hesi orðini um
vinstru hond (sí: Joran Sahlgren í »Namn och Bygd« VI,
1918): kaja (Skáne), kajtu (Gottland), kjáva (Halland,
Dalsland, Bohuslen), keva (Vástergotland), kjepa, kjeva
(Vármland) og skjeva ('Halland). — Donsku dømini eru
øll úr Orđb. over det danske Spr.: kav adj. »forkert, ’bag-
vendt, akavet, kejtet; ogs.: venstre- om hánd ell. fod«;
vinstra hond og fótur kunnu eita kavhánd og kavfod. Van-
ligari eru í donskum orð við kej- ella kejt-: kej adj. (den
keje hánd), kejte subst. (vinstra hond), kejthánd (tað
sama), kejthándet ella -hændet »vinstrhentur«. — At enda
skal eg nevna, at Erik Bjorkman (Scandinavian Loan-Words
in Middle English, 1900 bls. 56) nevnir úr »miðalenskum«:
pe kay fote.
Úr tí tilfari, ið her er nevnt, finni eg einki orð, sum
hjálpir okkum at gita gátuna: hvat er fyrri liður í orðinum
cadláamor? Kortini skal eg nevna her, at kønur maður hevur
spurt meg: Kundi ikki rótin kav-, um vit hugsaðu okkum,
at eitt / var skotið inn aftan á k (soleiðis heldur Torp, at
norskt kjava v. er komið av rótini kaf-), í sambandi við
orðið lámr givið úrslitið cadláamor? Nei, tað ber ikki til
eftir føroyskum ljóðreglum; fl (vl) rennur ikki í før-
oyskum saman í ll (sum so verður dl). Vit sleppa ikki
undan at leita »fyri vestan hav«, og har haldi eg eisini, at
vit finna greiðingina, ið heldur.
Tað er kanska ikki av leið her at siga frá, hvussu grun-
anin um, at orðið cadláamor var keltiskt, fór at bragda í
huganum. Tað var vissan um, at lámr m. var keltiskt orð,
sum birti í hesa grunan. Sum nevnt hevur verið, helt Sophus
Bugge hetta orðið vera norskt, og sama var við Dr. Jakobsen
og Alexander Bugge. Men aftan á at Torp í síni nýnorsku
etýmologisku orðabók (1915—19) hevur víst á, at tað
norska grundarlagið undir hugsanini hjá Sophus Bugge ikki
heldur, og aftan á at Carl J. S. Marstrander, sum er so