Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 101
Um illvokatur
107
genranns. í apríl s. á. vísti: »Á ollum myndunum sást brelk
á maganum, sum fevndi yvir bæði stóru og lítlu magabukt
uttan iva krabbavokstur.« Melano-sarcomið í h. lærkrepping
kundi sjálvandi geva frávókstur hvar sum helst. Men, at
hann skuldi halda seg so avmarkaðan til magan, er lítið
trúligt. Mestu líkindi munnu vera til, at sjúkl. hevur havt
tvey ymis slóg av illkynjaðum vókstri uttan samband hvórt
við annað: Melano-sarcom í h. lærkrepping og krabba-
vóikstur í maganum. Er hetta rætt, so verður deyðaatvolđin
krabbavókstur í maganum, og itilburðirnir við krabba-
vókstri í maganum, verða at hækka frá '45 itil 46. Vissa av-
gerð kunnu vit tó ikki taka.
34 ára )gl. kvinna læt seg rannsaka í 1933, tí hon í fleiri
mánaðir hevði kent sær knykil oman fyri kokubeinið og
knykilin vaks stóðugt. Her var ein samur, treystur, slættur
og týðiliga úvmarkaður knykil, ikki eymur. Lívmóðirin varð
slkorin burtur supravaginalt. í lívmóðirini vóru 3 smá
fibrom við lívmóðurhálsin og omanfyri nevndi stóri knykil,
sum var ibláreyður og vág 1 kg; hann royndist at vera
fibro-myosarcoma uteri. —— Var frísk síðan.
Hitt síðsta av teim 8 fólkum við sarcom var kona, )r,um
28 ára gl. hevði mellano-sarcom í húðini oman fyri h. bróst.
Hon er nevnd í đeildini um C. mammæ.
Heilt upp til hesa síðstu tíðina livdu og doyðu allra-
fles'tu fólkini í Eiðis læiknadómi í teirri bygjd, har tey sóu
dagsins Ijós. Fá slkiftu bústað og fluttu til aðra av teim 16
bygdunum í læknadóminum, og enn færri fingu sær fastan
bústað uttan fyri læknadómið. Hvðr einstakur her hevur
tí hópin av skyldfólki í fóðibygd síni og í tí ókinum, sum
lælknin á Eiði rókir; sjálvandi eisini tey, sum fáa
krabbavðkstur. — Á 9. talvu eru tikin saman teir sjúkl.
við krabbavókstri í maganum, sum hava bróður ella
systrar við krabbavókstri í sama innvóli. Talvan fevnir bert
yvir sjúkil., snm hóvdu krabbavókstur í maganum og búðu
í Eiðis læknadómi í tíðini 27/6 1920—26/6 1952, og sum
hann, ið hetta skrivar, sjálvur hevur sæð.