Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 141
Firva'ldar í Fdroyum
147
Firvaldurin átti at haft líkindi til at li-va í Foroyum. Vit
hava ið hvussu er báðar vertsplanturnar: brenninota (U.
urens) og tvíbýlisnota (U. dioica). Men moguligaer veturin
hjá o'klkum ov váttligur og ikki nóg kaldur.
35. Acherontia atropos L. (mynd 5). Náhóvur* **))
Um miðjan september 1941 fann Magnus Magnussen,
lærari í Húsavík, eitt náhóvur í bygdini. Eintákið er í savni
hóvundarins og er avmyndað her. Tað er eitt risadýr við
flogi, ið fevnir 12,9 cm. Hvór framvongur er 5,7 omlangur,
vanlig longd er 4,7—5,5 cm. Myndin sýnir — eins og alilar
hinar myndirnar — dýrið í náttúrligari stódd.
Eitt annað eintaik, sum drongur hevur funnið úti í Nólsoy
ifyri 2—3 árum síðan, hevur Niels á Botni') sent til hóv-
undan.
Framv. sýna eina blending av gráum, brúnum, svórtum
og gulum. Afturv. gúlir við 2 brúnum tvórbondum. Besta
eyðkenni er hin guli náhóvur-bletturin aftanvert nakkan.
Ormveran livir á ymsum plantum, kanska mest á epla-
plantuni (Solanum tuberosum).
Tað er óbugsandi, at ormveran klekist úti í náttúruni her
á landi.
36. Herse convolvuli L. (mynd 6). Kongafirvaldurin.
Syn.: Sphinx convolv. L.
28. aug. 1947 fann Gazet Patursson ein kongafirvald í
Kiirkjubó; hann er í savni hansara. Sama ár varð ein funnin
í Tórshavn og sendur til Zoolog. Mus. í Kóbenhavn. Fyri
fáurn árum síðani var ein funnin í Nólsoy. Niels á Botni
*) Acheron var í grikks'ku gudalæruni áin, sum rann gjógnum ríki
Hades’ar, og Atropos æt nornan, sum klipti av lívstráð menniskjunnar.
**) Niels á Botni sigur frá hesum tilburði: 20. oktober 1933 var maður
á útróðri eystan fyri Fugloy. Sum hann best sat, varð hann varur við 3
»smáfuglar«, sum komu flúgvandi uttan av havinum. Meían hann eygleiddi
teir, datt ein í sjógvin; hinir báðir hildu leiðina fram móti landi. Tá
ið maðurin kom til og vildi taka »smáfuglin« upp, var tað eitt náhóvur, hann
fekk fatur í.