Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 29
Fólkatalið um 1600
35
ella ognarleysur. Og hesir s^inastu hovdu einki annað í at
velja enn at fara í breyð bóndanna. Á henda hátt hevði
hvór stórri bóndagarður sítt arbeiðisfólk av arbeiðiskonum
og húislkóllum. — Talið á hesum er ógvuliga torfórt at meta
um, tí frá sjálvari tíðini finst einki at miða seg eftir. Væl
nevnir Lucas Debes34) fyri prestagarðarnar á hansara tíð
(um 1670), at rakstur teirra krevur í minsta lagi 5—6 hús-
kallar og eins nógvar arbeiðiskonur. Men hetta hjálpir lítið í
hesum fóri, tí fyri tað fyrsta vóru prestagarðarnir ólíkir til
stðddar, og tínæst fáa vit ikki at vita, um hann bert hevur
teir garðarnar í huga, sum prestarnir aftan á trúbótina
hóvdu fingið sum viðbót til ta í sær sjálvum ov lítlu em-bætis-
lðnina, ella hann tekur hesar og teir »annexgarðarnar«, sum
teir hóvdu fingið afturat í 1632, undir einum — um tað
sostatt er ein 16 marka garður (egni embætisgarður hans-
ara, Syðridalur — nr. 19, Streymoy, rað A, s. 21, — -sum
hann óivað hevur havt í huga við rættleiðingini) ella ein
21 marka garður (sami garður eftir í 1632 at hava fingið
eitt 5 marka »annex« afturat), sum hevur havt minst 10—12
tænastufólk. Harafturat er væl hugsandi, at prestarnir vegna
tess at teir bert vórðu álagdir skatt, tá teir umframt vóru
festarar -ella óðalsbóndur, og prestajórðin jú var gjaldfrí
(beneficerað), hava kunnað loyvt sær eitt stórri fólkahald
enn bóndurnir. — Heldur ikki nókur av teim munnliga varð-
veittu frásógnunum um hendingar frá teirri tíðini geva okk-
um nakað at halda um.
Tað mest hóskandi at ganga út frá viðvíkjandi eini meting
av tálinum av arbeiðisfólkinum man tí fara at vera áður-
nevnda virðismeting av jórðini. Eftir hesi eru Fóroyar
mettar til um 2400 merkur; ætla vit nú, at til ralksturin av
3 merkrum krevst sum eykamanning 1 persónur (tikið í
miðal), verður hetta um 800 persónar til tær um 2400
merkurnar. —
Ein gjðllari frágreiðing má til, hví júst 3 merkur í miðal
34) I »Færoæ et Færoa reserata«, s. 287.