Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 54
Lámh chearr í føroyskum máli
Eftir Chr. Matras.
I.
VESTURHA VSORÐIÐ »LÁMR«
í teimum fýra vesturhavsmálunum, orknoyskum, hjalt-
lendskum, foroys'kum og íslendskum er til eitt orð, sum í
hvussu er í gomlum íslendskum og ‘í gomlum foroyskum
hevði sniðið lámr m. Hetta orðið, sum merkir »hond, labbi«
ella tílíkt, er ikki funnið á norska megirilandinum, og hevur
helst ongantíð verið til har. Soleiðis er tað, hóast tað, sum
a'l'lir kønir menn nú halda, er geliskt av uppruna, vorðið eitt
band ímillum allar hesar gomlu norsku bygdirnar fyri vest-
an. Hesum orðinum fara vit at greiða eitt sindur gjøllari
frá, enn higartil hevur verið gjørt.
Mær kunnigt er lámr m. til skjals í fýra stoðum í goml-
um íslendskum skriftum. í Snorra Eddu (editio Arnamagnæ
ana I 542, útg. Finns Jónssonar 1931, 1922) finna vit henda
skaldalærdómin: Hond ma kalla mvnd, arm, lam, hramm,
sama sum tikið er til í eini tulu (jmlu, nafnajmlu), sum vit
hava í handritinum AM 748 I, 4to (frá o.u. ár 1300). Tulan
er so (sí Finnur Jónsson: Den norsk-islandske Skjaldedigt-
ning A I, 689): Heiti ærv handar / hrammr dýr ok raukn /
greip mvnd ok spónn / gavpn ok hreifi / vlfliðr ok fingr /