Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 142
148
FirvaWar í Foroyium
hevur sent hann til hov. 24. sept. 1953 fann Nikolai Pet&rsen
ein ikongafirvald beint uttan fyri hús síni í Kollafirði. N. Pe-
tersen var so beinasamur at senda dýrið til hov. Tað er
tað, ið avmyndað er her. Tá N. Petersen fann sín kongafir-
vald, kundi hann geva ta upplýsing, at skip dagin fyri hevði
ligið við bryggjuna beint niðan fyri hús hansara. Skipið
var íkomið úr Spaniu og hevði verið í Tórshavn og inni á
Skálafirði frammanundan.
Framv. sýna eina blending av dimmum og ljósum, grá-
um og brúnum litum. Á afturv. 3 dimm tvorbond. Vanlig
vl. 4—5,4 cm, Klócher7. Kollafjarðar eintákið hevur VI. 5
cm og f'log, ið fevnir 10,8 cm.
Ormveran livir á ymiskum Convolvulus slógum. Skat
Hoffmeyer4.
37. Rhyacia ypsilon Rott.
Syn.: Agrotis yps. R.
Funnin fyri nókrum árum síðan í Kirkjubð av Gazet
Patursson, er í savni hansara.
Framv. brúnir, hjá kvenndýrinum dimmbrúnir frá rótini
til ytru miðstriku, Klocher". Frá nýramerkinum peikar ein
svartur órvaroddsblettur úteftir. í jaðarókimum peilka somu-
leiðis 2 svartir órvaroddsMettir inn eftir. Afturv. Iljósir,
perlemór-glampandi. VI. 2 cm. Klócker1.
Ormveran livir á grasi, Klócker1. Vit áttu at funnið
hendan firvald aiftur, tí hann livir í Hetlandi. ÍFolff12.
Ik'ki funnin í íslandi. Gigja:i.
38. Trigonophora meticulosa L. (mynd 24).
Syn.: Brotolomia met. L.
Funnin í Kirlkjubó í 1947 av Gazet Patursson, er í savni
hansara. (Eintakið, sum her er avmyndað, er danskt).
Sera vakur firvaldur við grónum, gullum, ólivenbrúnum
og reyðum litum. Á miðóki framveingjarins er stórur, sterkt
littur triíhyrningur (trigonum).