Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 68
74
Lámli dhearr í føroyckum máli
Cearrag is the term for »left hand« — with reference to
the use of the left as opposed to the right. e. g. Fear
cearraige: a left handed person. e. g. Bhuail e leis a’
chearraige: He struck him with the left hand.« —
Tað, sum mest hevur at týða fyri okkum her, er, at
lámh chearr er eitt av teimum vanligu nøvnunum á vinstru
hond í skotskgeliska málokinum. Hetta heiti er, kunnu vit
ætla, so gamalt har, at tað var til í víkingat'íðini, tí tá, og
ikki seinni, man tað vera komið inn í føroyskt mál. Men
hvat er seinni liðurin í hesum heiti?
Orðið er lýsingarorð, sum á fornírskum æt cerr, í ný-
írskum eitur tað cearr, og sama er á skotskgeliskum, men
har verður tað eisini skrivað ceárr (Macbain); »rr« er
gamalt »rs«; merkingin er »linkisch, verkehrt« (írskt, Holg.
Pedersen I, 83), »wrong, left (hand)« (skotskgeliskt, Mac-
bain). Lámh chearr — hetta er, sigur Jackson professari,
rætti formurin í nútíðarmáli — er soleiðis eitit av teim
mongu heitunum á vinstru hond, sum av fyrstu tíð merkir
»hin ranga ella øvuta hondin«. —
Um ta tíðina, tá ið vit mugu hugsa okkum, at orðið
cadiáamc'r kom inn í føroyskt, hevði í hvussu er írskt
skriftmál »e« í slíkum førum, har sum geliska málið bæði
í írlandi og í Skotlandi seinni hevur »ea«; men í okkara
orði, sum vant er at vera í fornnorrønari upptøku av gelisk-
um orðum, er tað nevnda »e« vorðið »ia« (ja). H. Pedersen,
Gramm. I, 40, sigur so um hetta: »Bemerkenswert ist der
Umstand, dass ir.e im Altnordischen durch ja wiedergegeben
wird: an. Kiallakr: ir. Cellach; an. Kiarvalr: ir. Cerball;
an. Myrkiartan: ir. Muirchertach; an. bianak »Segen«: ir.
bendacht; an. Kerj3Íalfaj)r: ir. Toirdelbach«. — Fornfør-
oyska sniðið á lám cerr — soleiðis man tað helst hava itið
í skotsk-geliska fornmálinum — hevur soleiðis verið kiarr-
lámr. — Marstrander sigur (NTS V, 277), at einki dømi
er til í norrønum, sum gevur aftur geliskt »rr«. Her er so
eitt dømi, men tíverri er tað virðiisleyst, tí her hevur »rrl4«
tíðliga fingið sama ljóðvirði sum (gamalt norrønt) »rl«.