Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 99
Um illvokstur
105
afturlkoma oll hesi árini, sum liðin eru síðan. Krabbaknyk-
iíin sat ikki av fyrstuni í bróstinum, og hesin brósta-
knykil hevur tí serstoðu. Taka vit hendan sjúkl. upp í
krabbavokstur í bróstinum — men tað er neyvan rætt —
fáa vit ikki 3 av 19 = 16 %, men 4 av 20 == 20 %
frísk. Nú, í 1954, eru liðin 3 ár, síðan sjúkl. í sjúkusogu
IX var slkorin, og hilgartil er eingin afturkoma. Siga vit,
at hon er frísk, og helst man tað vera, tí tá ið hon varð
skorin, var eingin kertlarunnur at finna undir hondini, fáa
vit 5 frísk av 20, t. e. 25 %.
Tvær av teim 19 kvinnunum við krabbavókstri í brósti-
num hovdu, sum nevnt, sjúkuna í báðum bróstunum (sjúku-
soga I og IV). Hjá aðrari byrjaði sjúkan í vinstra, hjá
hinari í hogra brósti. Fýra og ber.t fýra av teimum 17
hovdu sjúkuna í h. brósti, men ikki færri enn 13 hovdu
hana í v. brósti. Vælkent er, at krabbavokstur kemur tíðari
í v. enn í h. bróst. /. Clemmesen 13)14) sigur, at í Dan-
mark er lutfallið 111:100. Sternls) gevur í Verona í 1842
tolini 139:100 (32:23). Her í Foroyum er munurin nógv
storri. Taka vk undan tær báðar, sum hovdu krabbavókstur
í báðum bróstum, verður lutfallið 13:4 = 325:100. Taka
vit tær við, og koyra tær hvorja í sín bólkin, fáa vit 14:5=
280:100. — Óneyðugt at minna á, at tólini eru smá og
og mega verða viðgjórd við varsemi.
8. TALVA
Hin pathologiska-anatomiska rannsóknin vísti:
Carcinoma solidum
Carcinoma medullare
Adenocarcinoma
Carcinoma scirrhosum in fibr. mammæ
Carcinoma intracanaliculare
Carcinoma anaplasticum
Carcinoma
8
1
2
1
1
1
1