Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 67
Lámh dhearr í føroyskum máli
73
kønur á hesum øki sum helst eingin annar, og sum altíð er
sera varin í spurninginum um at finna keltisk orð í norr-
ønum, hevur sagt seg ivaleysan í, at lárrvr er komið úr gel-
iskum (hann sigur írskum), var tað ikki løgið, at eg ætlaði
at spyrja kønar menn, um ikki fyrri liður í orðinum cad-
láamor kundi hava geliska grund undir sær. Á »Víkinga-
stevnuni« í Bergen í 1953 hitti eg mann, sum kønur var í
Suðuroyamáli, Magne Oftedal stipendiatus, og hann spurdi
eg: Hvussu eitur í Suðuroyggjum »vinstra hond«? Svarið
kom beinan vegin: Lámh chearr. Tá var lítil ivi hjá mær, at
her lá greiðingin á hesum løgna orðinum cadláamor, sum
einki norrønt mál hevur uttan føroyskt. Síðan hava leit-
ingar í bókum og upplýsingar, sum eg havi fingið frá køn-
um fólki, gjørt meg fullvísan í, at cadláamor at kalla í
heilum lí'ki er komið inn í føroyskt úr geliskum máli.
Upplýsingarnar, eg havi fingið, hevur harra W. B. Lock-
wood, lærari við lærda háskúlan í Birmingham, útvegað
mær. Eg segði honum, at mær lá nógv á at fáa at vita, hvussu
víða tað nevnda heitið á vinstru hond varð nýtt, og tað
haldi eg, hevur eydnast at fáa at vita. Upplýsingarnar eru
frá kønum monnum í Irlandi og í Skotlandi. Harra Sean
O’Sullivan, skjalavorður við Irish Folklore Commission í
Dublin, skrivar so:
»1 have never heard, in Irish, the term cearr applied to
left-handedness. It is used generally to express the English
sense of the word »wrong«. ... Cad tá cearr leat (What is
wrong with you?). — The word does mean left-handed in
Scottish Gaelic«. Frá Kenneth Jackson, professara í kelt-
iskum málum í Edinburgh, kom hetta svarið: »Lámh chearr
is one of the regular Gaelic terms for »left hand«. —
Cearr alone does not mean »left-handed«; dvine cearr
would not mean »a left-handed man«.« — Harra Calum
Maclean, sum er keltiskur málfrøðingur, ættaður úr Raasay,
Skye, í Suðuroyggjum, gav hesar upplýsingar: »The term
lámh chearr, left hand, is widespread in practically all
Scottish dialects. — Cearrach is the term for »left handed«.