Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 75
Um illvóksitur
81
livað longur. Av hesum sjey var ein maður, sum í 1937
varð viðgjordur við úrskuri fyri cancer penis. Varð aftur
í 1943 skorin fyri nýggjan vókstur á sama stað, doyði
nakrar fáar mánaðir seinni av áhaldandi slím á lungunum
(bronchitis chron.) og bróstmóði (astma) 79 ára gl. 111-
vóksturin kom frá glans; eingin phimosis og eingin eitla-
troti. Á ungum árum — tá ið hann var í tjúgunum — varð
litið illvakstrarsár tikið burtur av undirvðrrini hógrumegin.
Hann roykti illa longu tá og nýtti kritpípu.
Eitt konufólk, sum við árslok 1951 varð skorið fyri ill-
vókstur í bróstinum (c. marnmæ) (sí sjúkusógu IX í deild-
ini um heisa sjúku), vair 26/6 1952 enn fríisk. Sama var við
manni, sum í 1952 var 77 ára gamal. Úr ytra eygnakróki
vinstru megin kom ein áflatur vókstur, eitt sindur túgvu-
skapaður og 2—3 mm tjúkkur. Hann skeytst, uttan at
vaksa seg fastan við eygnarovan el. hornhindina, so langt
inn, at hann at enda fjaldi sjónopuna. Rondin upp og
niður á vókstrinum hevði ein boga inná og var ræ'ttuliga
týðulig, og út úr henni kom tætt í tætt av elaklðnum tægr-
um. Fyrsta byrjanin var mong ára gomul. — Vðksturin
varð tikin burtur. Sjóneykuranns.: Carcinoma papillomat.
—- 72 ára gamal maður var einasti illvakstrarsjúklingur í
hesum læknadómi, tá ið 32 ára langa tíðarskeiðið var at
enda. — Tíggju vórðu frísk aftur með alla.
Á 1. talvu síggja vit har afturat, at av 'teim 124 við i'll-
vókstri í Eiðis læknadðmi var sum nevnt omanfyri, eingin
tilburður við illvókstri í lungunum. Men so er í hesum tali
ein maður við illvókstri í h. lungahindu og frávðkstri í
eitlunum undir hondini. Ein eitil varð tikin burtur, og
isjúkuavgerðin varð vissað. Hin sjúki var maður, sum doyði
í 1930, 54 ára gl. Hann hevði havt sjúkdómseyðkenni í 2
ár. Lungahindan gjórdist við og við so tjúkk og hórð, at
fórlig opinnál at enda ikki fekkst ígjógnum hana.
Á 1. talvu eru 2 isjúkl. við heilavókstri (itumoir cerebri).
Annar var 31 ára gl. maður tá hann doyði. Tó at hann
ikki varð skorin, og vit tí onga sjóneykumynd hava, er