Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 89
95
Um illvokatur
Cancer recti.
Av krabbavokstri í baktarminum doyðu trý — alt mann-
fólk. Tá ið teir doyðu vóru teir 62, 46 og 70 ára gl., og
doyðu ávilkavist 3 mánaðir, 1 ár og 1^2 mánaða efltir
fyrsltu rannsókn. Teir vóru allir arbeiðiisforir, tá ið lælknin
var hjá teimum fyrstu ferð; men kortini var sjúkan hjá
ollum trimum longu tá komin ov langt til at skera, og teir
hovdu uttan iva verið sjúkir leingi.
Fyrsti av hesum trimum, hin 62 ára gl., hevði 12 ár
frammanundan, tá ið hann var 50 ára gl., havt ringan og
langvarandi lungnahindubruna. Tíðina beint undan fyrsitu
læknavitjan bevði hann lítið sindur av hosita, og upp komu
einstok harkuspýtt. I teimum vóru nógvar tuberklabacillur.
tó aít eingin surlan var frá lungunum. Yit mega hadda, at
lungnatuberklarnir eru komnir seint. Eftir ollum líkindum
eru teir komnir fram, tí at kroppurin er viknaður av krabba-
vokstrinum. Hetta er einasti tilburður í 32 ár, at illvokstur
og virknir tuberklar hava á somu tíð verið hjá sama menn-
iskja. Og her í heilt ymissum limum í kroppinum og langt
hvor frá óðrum. 3^2 ár eftir at maðurin var deyður, varð
allur ungdómurin í bygdini undir 20 ár — tilsamans 25 —
kannaður við pirking. Bert trý hóvdu positiva vísing, og
einki bendi á, at maðurin hevði verið smittuberin. Hevði
hann havt smittandi ituberklar leingi, mundi, í eini bygd
sum tí, hann búði í: Húsini tætt saman og summi saman-
bygd, nógv fleiri hava víst positivt. Einki er, ið bendir á,
at frávókstur var at finna í lungunum.
I tíðarskeiðinum, sum henda viðgerð fevnir yvir, eru
bert 2 menniskju í bygdunum nærhendis Eiði, ,sum hava
havt húðatuberklar: Eitt konufólk, f. 1893, við lupus vul-
garis í nósini og ein genta, f. 1903, sum á barna- og ung-
lingaárum hevði pínst av erythema induratum (Bazin).
Hvórgin teirra hevði havt krabbavókstur í sárinum.
Hinir báðir, sum doyðu av illvókstri í baktarminum,
vóru bróður. Teir vóru báðir giftir og búðu hvór í sínum