Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 146
152
Firvaldar í Foroyum
frá dýrafroðingi S. L. Tuxen til Gazet Patwrsson upplýsir
m. a.: »De 2 smaa er Acalla’er«. Meira vita vit tíverri i'kki
enn. í Hetlandi livir Acalla aspersana Hb. og í íslandi
Acalla maccana Tr.
45. Epiblema solandriana L. Bjðrkuvevjarin.
Tann fyrsti, sum hevur kannað hendan ifirvald í Foroy-
um, tykist vera H. J. Jacobsen búnaðarráðgevi. Hann sigur
seg hava savnað egg, ormverur og imago, sent tað til Dan-
markar og fingið tað navngreint á Statens Skadedyrslabo-
ratorium.
H. J. Jacobsen heldur, at firvaldurin er ílendur hjá okk
um fyri fáum árum síðan. Tíverri hevur tað ikki eydnast enn
at fáa fatur í foroyskum eintokum, heldur ikki upplýsingar
um útsjónd o. a. Wilh. van Deurs, Kobenhavn, gevur hesa
mynd av donskum dýrum (og tey foroysiku hava allrahelst
nakað somu útsjónd):
Ógviiliga broytiligur. Framv. breiðir, tríhyrndir, hava
oftast brúnligan tiJ hvítliga gráan grundlit við stórum dimm-
brúnum bletti á alfturtromini. Á summum dýrum eru framv.
gulbrúnir, reyðbrúnir ella dimmbrúnir við tríhyrndum
afturtromsbletti, sum kann vera hvítur, gulur, gráur ella
sum grundliturin, men bleikari. Afturv. dimmgráir. VI.
0,7—0,9 cm.
Ormveran eigur í mai—juli at vera á bjork (Betula),
har hon spinnur bloðini saman*)
46. Aspilapteryx tringipennella Z.
Funnin 28. juni 1953 kl. 20 av hov. við Eiðisvatn. Aftur
funnin 15. juni 1954 á miðnátt í Bunnisgjógv á Eiði; báðar
ferðir tikin á flogi við meis.
Framv. mjáir, (leðurgulir, taktir við einum sindri av svort-
um dusti. Framtromin hvítlig. 3 ridlar av svortum prikkum
liggja út eftir framveinginum, 2 beint aftanfyri framtromina
og 1 mitt eftir veinginum. VI. 0,5—0,55 cm.
*) Frásagt í brævi frá Wilh. van Deurs.