Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 79
Um illvokstur
85
Cancer cutis (facies).
7 sjúkl. — 4 mannfólk og 3 konufólk — hovdu krabba-
vokstur í búðini á andlitinum. Við fyrstu læknavitjan var
hin yngsti 62 ár, fýra vóru í 70-árunum, ein var 80 ára
gl. og hin dlsti 90 ár.
Ein av hesum sjey var maður við krabbavokstri á nosini
h. m. Han var fleiri ferðir biðin um at lata >seg skera,
men segði tvort nei og doyði av sjúkuni 3% ár eftir fyrstu
rannsókn, 75 ára gamal.
Ein annar sjúkl., konufólk, doyði av beinkrími 85 ára
gl., 7 ár eftir fyrstu rannsókn og fyrsta skurð. Sjúkan kom
frá Sulcus nasolabialis sin. Illvoksturin var afturkomin,
skorin burtur aðru ferð, men uppaftur kom nýggjur vokst-
ur, langt áðrenn hon fekk nevnda beinkrím. Sjóneykur.:
Epitheliom.
Tríggir av hinum fimm hovdu krabbavókstur í húðini á
andlitinum, men vóru at Vísa seg frískir aftur av tí, tá ið
te'ir doyðu; men eftir tíðiini vóru enn líikindi til aftur-
komu. Hjá einum teirra, einum mannfólki, sum við fyrsta
skurð, í okt. 1929, var 73 ára gl., var sjúkan ytst úti á nós-
ini.í febr. 1930 aftur skorin. Hesa ferð fyri krabbavókstur
í vinstru tinning. í aug. 1932 uppaftur skoriim fyri nýtt
ikrabba&ár; tað var istaðtfesit til hógru isíðu á enninum. Á
somu tíð varð ein lítil afturkoma tikin burtur ytst úti á
nósini. Nú var friður í 8 ár; men í 1940 kom ein lítil krabba-
knykil í yvirvórrina v. m.; hann hevði einki at gera við
varraroðan og kom ikki at honum. I febr. 1941 var eisini
hesin knykil tikin burtur. Sjóneykurannsókn í 1929, 1930
og 1932 vísti carcinoma basocellulare. Tíverri varð eingin
rannsókn gjórd við tí knyklinum sum burtur var tikin við
fjórða — og síðsta —skurð. Yit halda, at einki samband
hevur verið ímillum hesar fýra knyklar, og at teir eru
'koimnir og hava menst hvór sær. SjúM. doyði a!t vísa seg
leylsur vlið ikrabbavókstur í nov. 1941, 85 ára gl., 9 mánaðir
eftiir síð'sta ikurð. Húðin á andlitinum sum á frískum. Mað-
urin hevði ald'ri havt útiarbeiði, isum vert er at nevna. —