Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 55
Lámih dheairr í føroyekuim máli
61
armr leggr ok bógr/lámr hnefi lofijloppa krvmma.1 ) Triðja
domið finna vit hjá íslendskum skaldi. Tað er Einarr Gilsson
(14. øld), ið tekur so til orðanna í eini yrking (FJ Skjd. A
II, 397; handritið, AM 396, 4to, er frá o.u. 1400):/tnu'
geck med láámum / lundstorum gudmundi (»ferlen behand-
lede den storsindede Gudmunds hænder«, FJ Skjd. B II,
419). Fjórði staðurin, sum hevur orðið, er »Fljótsdæla hin
meiri« (Kr. Kálund gav út. Kbh. 1883). I hovuðstekstinum
(frá fyrru helvt av 17. øld, helst av Norðurlandi) 'lesa vit
so (í útgávuni bls. 21): enn iotuninn breider fra sier
lámana [og] ætlaði ad taka Porvalld. Uppsikrift, sum bróðir
Árna Magnussonar hevur gjørt, sýnir, at hann hevur neyvan
skilt orðið lámana, hann setir í staðin fyri: limana; øll hini
handritini hava lummurnar (um hetta orðið, lumma f., sí
seinni). — Sum vit síggja, er merkingin á orðinum í Fljóts-
dølu »labbi (hond) á risa«, í hinum dømunum er lámr helst
»(vanlig) hond«.
I ongum ísl. orðasavni, sum mær hevur verið atgongt
her í Keypmannahavn, havi eg funnið orðið úr livandi máli.
Men í orðabók Blondals er tað, og eftir tí, sum har stendur,
hevur tað ójavnt isnið og kyn: »lámi m. (pop.) lab, grabbe;
lámur m. (pop.) = lámi; lámur f. p'l. (pop.) grabber«.
Nú hevur orðabókastjórin Jakob Benediktsson gjort so væl
at siga mær, hvat grunđarlag Blonđal hevði í seðlatil'fari
sínum. Sniðið lámi m. er úr tí upptøku úr blaðnum »Lóg-
rjettu«, sum orðabókin hevur; har er eingin ivi um formin.
Hin kallkynsformurin, lámur, er við ongari tilvísing á seðli-
num; viðvíkjandi forminum lámur f. p'l. nevna seðlar Blon-
dals ikki aðra keldu enn orðasavn Sohevings (Hallgr. Sche-
ving 1781—1861), og stendur á seðlinum hetta: »subst. pl.
manus (N. M.)«. N. M. er tað sama sum »norðanmál«, men
Jakób Benediktsson sigur seg ik'ki íkenna orðið í nokrum
sniði (hann er úr Skagafirði), og leggur so afturat, at
»norðanmál« eisini kann merkja »])ingeyskt« mál. J. B.
*) Her er »ó« prentað fyri
við króki undir.