Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 62
68
Lámlh dhearr í føroyskum máli
sum kønastu menn halda, keltiskur. Har merkti orðið
»hond«. í fornírskum æt tað lám, nýírskt hevur lámh og
skotskgeliskt lámh, sbr. walisiskt llaw, corniskt lof, forn-
bretons'kt lau. Keltiska orðið er skylt við latínskt palma f.
(sbr. enskt palm »lógvi«) og griskt paláme f. »lógvi, hond«.
Av tí at »p« var upprunaliga fram'ljóðið, skulu vit, eftir
vanligum reglum, vænta »f« at standa fyri orðinum í ger-
monskum málum, og so er eisini; angulsaksiskt hevur
folm f., fornhátýskt folma f., sum bæði merkja »lógvi«
(sjálvljóðið sýnir tó annað avljóðsstig). í keltiskum málum
dettur »p« 'burtur í 'framljóði, og úrslitið var har sum nevnt,
at fornírskt fekík sniðið lám. Á hesum stigi — áðrenn írskt
fekk formin lámh, skotskgeliskt lámh — er hetta geliska
orðið komið inn í tey fýra norrønu málini fyri vestan (sí
t. d. Henderson: The Norse Influence, vii). Um tað kom úr
Suðuroyggjum (The Hebrides), av Katanesi (Caithness)
ella úr øðrum pørtum av Skotlandi, har norskar bygdir vóru,
ella úr sjálvum írlandi, vita vit ikki. Eg skal bert vísa á
her, at eitt orð, sum >vit brátt fara at røða um, og sum hevur
orðið lámr m. sum seinna lið í samanseting, eftir øllum lík-
indum er komið úr skotskgeliskum inn í føroyskt.
Eftir er at nevna, at ge'liska orðið fyri »hond« er 'kvenn-
kyn, meðan í hvussu er forníslendska, og, fyri tað mesta,
nýíslendska orðið eins og tað føroyska er kallkyn. Er tað
tí at .orð sum a>rmr, handleggr og lófi (før. lógvi) vóru kall-
kynsorð?
Um serføroysku merkingarnar »vinstra hond; vinstr-
hentur maður« fara vit at røða í 2. tátti, sum vit nú taka upp.
II.
CADLÁAMOR
Eitt samansett orð, sum vit her fara at skriva við ljóð-
skrift (c er merki á ljóðinum, ,sum vit hava t. d. í enska
orðinum chair), er til í mongum foroyskum bygdamálum: