Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 80
86
Um illvoksitur
Tveir seinastu sjúklingarnir vóru mannfólk og konufólk,
og tey doyðu 84 og 91 ára gl. Sjóneyku-sjúkdómsavgerðin
var ávikavist carcinoma basocellulare og carginoma solid-
um spinocellulare.
Omanfyri nevndi maður, sum doyði í nov. 1941, var
ikki hin einasti av teim 7, sum hevði havt húða-krabba-
vokstur á meira enn einum stað. Sama var við oðrum
manni, sum við ifyrstu ranmólkn í mai 1938 — tá 80 ára
gl. — hevði tvey trútin sár á hogra íkjállka. Eldra sárið, sum
hann tá hevði havt í 4 ár, var beint niðan uttanvert hógra
eyga. Hitt sum kom onkurstaðni longur aftan — úr kjálka-
skegginum — hevði hann varnast í 2 ár. At vísa seg heilt
frísk húð ímillum bæði sárini. Sjóneykur.: Epithelioma. —
31/4 ár seinni — í aug. 1941 — varð tikin burtur lítil
knykil, sum eftir tí vit kunnu ætla, kom frá tí staðnum, har
hitt fremra epitheliom hevði verið. Hann doyði 8 ár seinni
í mars 1949, 91 ára gl., uttan afturkomu og mátti sigast at
vera lektur með alla. — Eitt konufólk, 62 ára gl., fekk í
febr. 1926 knykil tiknan burtur; hann kom frá sulcus naso-
labialis sin. Hetta var eisini eitt epitheliom. Hon livdi enn
í 1952, 88 ára gl. Eingin afturkoma, eingin frávókstur.
Cancer cutis (dorsurn).
Vit vita í 32-ára skeiðinum 1920—52 um ein og bert ein
tilburð við krabbavókstri í húðini á óðrum stað enn and-
litinum. Sjúkl. var 70 ára maður og sjúkan var á rygginum
eitt sindur v. m. 8. og 9. ryggjageisla. Vóksturin var skap-
aður sum hundaland. Tvórmálið var l^ om, leggurin 2
mm langur og cm tjúkkur. Hann var tikin burtur í jan.
1951. Sjóneykur. vísti carcinoma spinocellulare. Longu tá
var frávókstur undir hondini. Hóast tað livdi maðurin væl
síðan og kendi sær einki mein.