Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 56
62
Lámih ohearr í føroyikum máili
gevur mær úr tilfarinum hjá teirri stóru íslendsku orða-
bókini hesi dømi, og í ongum av teimum sæst, hvørt nom. er
lámi ella lámur: »Lámum spennir leyndar krár / um lægis
grunna. Stefán Ólafsson (um 1620—88), Kvæði I (1885),
117. — með knjásíða láma og loppur með klóm. Sigf. Sig-
fússon, ísl. {íjóðsogur Y 19. — sló út frá ser lámunum, er
líktust að sumu mannshandleggjum. Sigf. Sigf. ísl. Jajóðs.
V 22. — Hann var afar-lámasíður og með klær á hreifum
og sundfit á milli. Sigf. Sigf. ísl. Jjóðis. V 26.« 011 dømi Sig-
fús Sigfússonar eru um sjóskrímsl. Eg skal leggja afturat,
at øll hesi dømini eru av Eysturlandi. J. B. skoytir uppí:
»Meriđngin virðist vera ’handleggur’, ’hrammur’, Jdó frekar
notað um annað en menn«.
í norskum hevur orðið lámr m. neyvan lagt slóð eftir sær.
Hevur tað verið til, er tað burturafturdottið, og onnur orð,
lík í ljóði og við nakað somu merking, hava gjørt tað, at
eingin hevur saknað tað. Men helst er orðið eitt eyðkent
vesturhavsorð. Ait tað var til í hjaltlendskum, ivist eg ikki í,
og eg skal nú greiða frá tí, vit vita um orðið har.
Hjá Thomas Edmonston (An Etymological Glossary of
the Shetland and Orkney Dialect, 1866) finna vit tað fyrstu
ferð uppskrivað, í hesum sniði og við hesari týðing: »Loa-
micks, the hands: a cant word«. í »Det norrøne sprog pá
Shetland« (1897) greiðir Jakob Jakobsen okkum so frá
hesum sama orðin'im: »lom9k(alm.), lab, stor og klodset
hánd; fær. lámur, lalle pá sælhund«, og hann vísir á, at
foroyska orðið er nevnt undir orðinum lálla í Færosk Antho-
logi (II, 169).
1 Hjaltlandsorðabókini síggja vit, at orðið — her er
tað skrivað lomek — hevur verið ymisliga framborið; men
altíð við longum sjálvljóði (»o«). Týðingin er tann sama,
uttan tað, at her er eisini nevnd merkingin »hándfuld: a
lomek o’ corn«. Tað er skilligt, at Dr. Jakobsen, har hann
greiðir frá upprunanum, heldur ikki bert »on.lámr m.,
hánd; fær. lámur, m., la'b, lalle (pá sælhund)«, men eisini
nors'ka orðið »lom, m., lab, fod (pá bjorn)« vera av somu