Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 137
Firvaldar í Foroyium
143
Flýgur um somu tíð sum hú'svættið brúna, men í lýggj-
um húsi í Norðskála varð tað funnið 23. febr. 1953.
Ormveran hvít við reyðbrúnum hovdi, heldur minni enn
áðurnevnda. Livir í fjoður og helst eisini í mongum oðrum
'turrum lívrunnum evnum. I rotnum træi, fruktum, mjoli og
deyðum skordýrum, Schiilze11. Reivveran liggur væ'l fjald
í snoggum, av'longum og áflatum hylki, sum er klínt fast at
undirlagnum. Ilylkið tykist vera gjort av sama evni sum
undurlagið og er tí ringt at bera eyga við. Og so dugir orm-
veran so ótrúliga væl at leita sær burtur til tey ringaslu
skot og horn í einnm í'lati fyri best mbguliga at tryggja sær
reivverulívið.
29. Elachista eleochariella Stainton.
Eisini funnin við Eiðisvatn 26. juni 1953 M. 23,15. Niels
L. Wolff, Kobenhavn, hevur navngreint hann.
Framv. mjáir, hvílligur við brúngráum dusti og dimm-
ari striku í eini hvítari longdarrípu. Dimmur blettur tætt
við framhornið. Við framtromina, innan fyri framhornið er
hvltligur blettur á skák, fyri framman randaður við dimm-
um. Við afturhornið lítil hvítligur blettur. Skúvarnir grá-
gulir, í framhorninum við hvMigari skrárípu. Minsti fir-
valdur okkara, vl. 0,4 cm.
Flýgur 26. juni—24. juli.
30. Plutella maculipennis Curtis. Kálmblurin.
Eisini ifunnin á Eiði. Helst er hann at finna í bllum bygd-
um í Fbroyum.
Framv. brúnligir ella Ijósagrábrúnir, ljósastir við fram-
tromina. Framvið afturtromini breið hvít rípa. Markið mill-
um rípuna og grundlJtin rennur í buktum.
Summi eintbk eru so ljós, at rimgt er at síggja markið. VI.
0,5—0,7 cm.
Sera vanligur, fcemur í 2 ættarliðum við flúgvitíð 30.
mai—14. ju'li og 4. aug.—22. aug. Wolff^2 sfcrivar: »The