Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 138
144
Firvaklar í Foroyum
majorky of the specimens belong to the first brood, orily 3
have been ta(ken in August------«
í 1954 vórðu á Eiði funnir kálmolir av og á fyrst á
summrinum. 4. aug. var kálmólurin á sama plássi at síggja
í stórum mongdum, bæði í urtagarði, í bónum og í haga-
num. Tað er sostatt ivaleyst, at nógv flest dýr eru komin
fram í seinasta ættarliði í 1954.
Kálmólurin er spjaddur um allan heimin.
31. Plutella senilella Zetterstedt, (mynd 53).
Eisini funnin í Tórshavn og norðuri á Eiði.
21.—31. mai í ár vórðu funnin 4 eintók á bónum norðuri
á Eiði. Tey tyikjast nalkað útflogin, tí telkningin er ógreinilig.
Wilhelm van Deurs hevur navngreint tey.
Grundlitur framv. brúnur ella grábrúnur við ym'sum ótýð-
iligum blettum og rípum. Afturv. Ijósa-grábrúnir. VI. 0,9—
1,0 om.
23. aug. k'l. 22.15 kom eitt eintak til ljós á landssjúkra-
húsinum í Tórshavn. 2 dagar seinri varð aftur eitt eintak
ti'kið flúgvandi á sama stað á miðjum degi. Hesi dýr síggja
nýklakt út og hava greiniliga tekning.
Navngreining gjórd av Wilh. van Deurs.
Grundlitur framv. gráur ella grábrúnur, ljósari firam við
framtromini. Rótólkið dimt fyri framman. Mitt á framtrom-
ini dimmur blettur. Ytst á framtromini 2—3 dimmir blettir
á ljósum óíki. Aftanfyri hesar, tætt við framhornið, 2 svartir
blettir. Ein breið rípa, ljósagrá ella hvít, fyil'lir út aftastu
2/3 av rótókinum og rennur víðari framvið afturtromini.
Markið millum rípuna og grundlitin liggur eins og á kál-
móilinum í buktum. Á óðrum eintakinum gongur mankið
oregluliga, og í rípuni eru fleiri dimmgráir blettir. Afturv.
ljósa-gráir. Stðddin hin sama sum á várdýrunum.
Vit hava soleiðis fingið prógv fyri, at eisini senilella
kemur í 2 ættarliðum.
32. Monopis rusticella Hiibner. (mynd 54—55). Hús-
vættið svarta.