Fróðskaparrit - 01.01.1954, Blaðsíða 64
70
Lámíh ahearr í føroyskum máli
Nielsen prest úr Sandvík (Suðuroy), haldi eg meg fáa
hylling á, hvat ið tey gátuføru orðini í søvnum Dr. Jakob-
sens hava at týða. Fyrst er at siga tað um mína uppskrift,
at eftir henni er lámwr m., ósamanisett, vanliga orðið nú
í Sandvík um vinstrhentan mann, eisini um vinstru hond
(»maðurin er lámur«; »vilft tú smakka ilámiin«, segði vinstr-
hentur maður); men í fleyggi verður t. d. ,sagt: »Maðurin
situr fyri cadláam«, t. e. fleygar upp á vinstru hond, har
hann skuldi havt fleygað upp á høgru hond. Eisini hendir
tað seg, at »m« dettur burtur í orðinum, t. d. tá ið sagt er:
»situr upp á cadla og fleygar«. Dømið hjá Dr. Jákobsen,
sum er annaðhvørt frá 1892 ella 1898, Vísti tað sama, at
»m« datt burtur í sambandinum »uppá cadla« (upprunaliga
hevur tað itið »upp á cadláam«); háðar uppskriftirnar
hava »dl« (ikki »tl«). At enda skal eg nevna tvey đømi,
sum bæði hava framhurðin catlaamor. Mikkjal Dánjals-
son á Ryggi hevurisent orðabókini hetta: »kjattlámur: kejt-
hándet person; den venstre hánđ«. Hitt dømið er frá N.
Djurhuus magistara (úr Porkeri, Suðuroy); hann skrivar í
eini grein — »Útiseti« IV, 1949, bls. 63 — um dyrging:
»Vóru bert tveir menn á bátinum, setti dyrgingarmaðurin
seg altíð í rongina bak, so fleyt háturin heinur, og hann
kundi dyrgja í hvat borð, hann vildi, høgrhentur maður í
rætta borð (stýriborð) og hjaltlámur [t. e. catláamor] í
ranga borð, men summir vóru l'íka fermir á báðar hendur.«
í hesum seinasta døminum eru »høgrhentur maður« og
»catláamor« javnstaddir — vit kunnu eisini siga mót-
settir — liðir, og »catláamor« merkir tað sama sum »vinstr-
hentur maður«. Men siga vit t. d., sum sera ofta verður
'sagt, »hann er cadláamar« ella »hann er lámur«, sum nú
oftari verður sagt, kennist »cadláamor (lámur)« sum javn-
Siatt við eitt lýsingarorð, og vit kundu, sum summi bygda-
mál gera, sett lýsingarorðið »vinstrhemtur (viin'strhandað-
ur)« inn í staðin fyri. Kortini hugsi eg, at eingin enn bendir
orðið sum eitt lýsingarorð. Men at tað hevur kenst hjá
summum uttanhanda, at einki regluligt lýsingarorð var av