Skinfaxi

Volume

Skinfaxi - 01.02.1934, Page 77

Skinfaxi - 01.02.1934, Page 77
SKINFAXI 77 Undirritaður veitir þeim, sem mynda samtök fuglunum lil verndar, frekari upplýsingar, ef óskað er. Þingvöllum, 1. nóvember 1933. Guðmundur Davíðsson Bækur. (Rikard Long er meðal fremstu ungra skálda i Færeyj- um og liefir auk þess skrifað allmikið um færeyskan skáld- skap o. fl. Hann er kennari við gagnfræðaskólann í Þórs- höfn. Ritfregn þá, er hér birtist, hefir hann skrifað handa Skinfaxa. Geri eg ráð fyrir, að margir lesendur hafi meira gaman af að fá hana á máli höf. en í þýðingu. Ritstj.) Chr. Matras: Heimur og Heima. Yrkingarsavn. Tórs- havn 1933. 02 bls. Heimur og heima kallar Chr. Matras annað yrkingarsavn- ið sitt, sum liann í sumar sendi lit millum manna og hesi orðini ikki einans lýsa innihaldið í bókini, men eru beinan vegin at skilja sum skaldalýsing hansara sjálvs. Heimurin allur sum hann er, — mannlívið við gleði tess og sorgum — eigur hug lians, men leiðin, sum hann göngur fyri at skilja flækjur tess, greiða tær og byggja sær upp tann heiminn. sum av sonnum er hansara, er ein djúp og innarlig innlivan í lieimið, í bygdina. Tað stórtikna og velduga, tað hulda og ti-þllsliga, men eisini tað fjálga og lívgandi í F0roya náttúru bylgist i honum, yndið lil lieimbygdina er vorðið yndi 1 i 1 Fþroya. Og sam- stundis, sum hann roynir at leita fram hitl serstakt fþroyska, gróðrarbotn okkara, so vinnur hann kærleika til lívið, til menniskjuna, tað stigur fram í honum ein alheimskensla, sum er so mikið rúmligari, sum hann fyrst hevur gjþrt sær stöðu sína klára og greiða. Tær kennast ofta tungar, yrkingar hansara. Orðin eru við vilja vald ljóðsterk, so yrkingarlagið er sum hamarslög, men myndirnar eru fastar og klárar og oftast frálíkar. Tað sterka og kraftmilda í fþroyskari náttúru myndar hann so, at siga sum eingin annar, og ikki bert sterkliga, men eisini innarliga.

x

Skinfaxi

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Skinfaxi
https://timarit.is/publication/334

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.