Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 8

Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 8
104 DÚGVAN hátíðardagur í lívinum: Eingin var uppá hennara vegna uttan Tórstein einsamallur. Tað var ikki sørt av tí váta slagnum í brúdleypinum — og alt bar orð fyri at vera gott slag. Tórstein, sum var 24 ára gamal, var av skikkiligastu dreingjum, og ongantíð hevði hann havt vóning av brennivíni, og heldur ikki ætlaði liann at drekka í hesum vertskapi — tað hevði hann sett í seg. Tað vóru nøkur pør til offurs, og um tey flestu av oíf- ursfólkunum vóru eldri enn Tórstein, so skuldi hann vera annað par. Hann skuldi leiðast við einari avbygdagentu, ið tænti hjá einum beiggja Simunar, sum var stórur bóndi. Gentan, ið var nakað javngomul við Tórstein, var bæði vøk- ur og skikkilig, og onkur vildi vera við, at Tórstein og Gun- hild — soleiðis æt gentan — ikki vóru so ókend fyri hvørj- um øðrum sum mangur helt. Og tað varð lagt aftrat, at Sig- rid mundi hava avgjørt, hvørjum Tórstein skuldi fylgjast við. Tá komið var úr kirkjuni, varð farið til đøgurðaborðið. Offursfólkini sótu paraði við borðið, og Tórstein var komin at sita næst brúðarparinum. Har varð Skemtað á ymiskan hátt, og serliga tá ið skeinkjarin kom við peglaglasinum. Og summir vístu seg at taka heldur dúgliga til sín við fyrsta đrykk. Tórstein, sum ikki ætlaði, at tað skuldi rýna á sær, legði glasið á munnin. Tað var lítið, ið fór niður, og hann takkaði, hann skuldi ikki hava meir. Símun, sum sat og hugdi at Tórsteini, og sá, at hann ikki meir enn smakkaði á glasið, tekur tá til orða og sigur við Tórstein: „Tað er ein ringur bróður, sum ikki drekkur peglaglasið úr, tá ið einasta systur giftist!“ Tórstein, ið var illa við av hesum, toygdi seg aftur eftir glasinum og segði, at ikki skuldi Símun hava tað at siga, at hann ikki skoytti um brúdleypsđrekka hjá honum — og hann setti glasið fyri munnin og drakk tað úr! Tá ið brúðardansurin var dansaður, sá Sigrid, at Tór- stein var drukkin, og tað dámdi henni illa. Hon segði einki, tí hon visti, hvør ið skyldina átti fyri, at Tórstein gekk so-
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.