Dúgvan - 01.12.1941, Side 54

Dúgvan - 01.12.1941, Side 54
150 DÚGVAN drongur, hevði í sínum ungu árum fingist eitt sinđur við timbursmíð í Havn. Hann var, sum gamlir dreingir flest, ikki so lítið serur. Hansara hugsunarháttur var ikki longur komin, enn vanlig fólk høvdu í hinum árhundraðnum. Fyrst gjørdu teir grundina, og so smíðaðu teir frá tíðliga á morni til seint á kvøldi. Sámal Jógvan var arbeiðskønur ráðgevari. Meðan arbeiðið fór fram, var fast brævaskifti millum Knút Pætur og Annu Sofíu, um hvussu ið gerast skuldi. Anna Sofía hevði eina fasta hugsan um, hvussu ið alt skuldi síggja iit. Hon fór upp í lýsingini tann eina morg- unin, fyri at máta, hvussu stórur embætismannakøkurin var, tí hann var gjørdur beint soleiðis, sum hon hevði ætlað at hennara køkur skuldi verða. Hon skrivaði stutt og greitt, at køkurin skuldi vera 20 X 24. Knút Pætur var illa við, tá hann fekk mátið uppá tann stóra køkin. Ilvat skuldi hann tó gera, húsini vóru ikki meir enn 9 X 11 alin, og nú vilđi hon hava køkin 20 X 24. Bert Anna Sofía ikki var smittað av stórlætis ørskapin- um? Hann angraði, at hann nakrantíð lat hana fara til Havnar. Dagin eftir fekk hann aftur eitt bræv frá henni. Nú segði hon, at nú hevði hon mátað køkin einaferð aftrat, og at hon nú var komin til tað úrslit, at hon ikki kom at trívast í ein- um køki, ið var minni enn 21 X 27, men hon bað hann ansa eftir, tað var hvørki favnar, føtur ella tummar, men spannir! Tað kom av at hon átti ongan tummastokk, so hevði hon máta í spannum. Knút Pætur læs brævið tríggjar ferðir innantanna, so læs hann fjórði ferð hart fyri Sámal Jógvan. Teir hugdu hvør uppá annan. Skuldi teir nú fara at flyta skilarúmið fyri triðju ferð? Sámal Jógvan helt ikki, og so suffaði hann so hjartaliga og segði: „Nei, hasi konufólkini, hasi konufólkini.“ Eina løtu var Knút Pætur reiðiliga í døpurhuga, men so tók hann eina stóra avgerð, og segði: „Allar góðar ferðir eru tríggjar. Vit flyta tað eina ferð aftrat, men so ikkimeir.“

x

Dúgvan

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.