Dúgvan - 01.12.1941, Side 47
DÚGVAN
143
ábyrgd á seg, at ein ikki ger nakað, sum kann vera hesum
oyggjum, okkara fosturlandi at meini.
Tað er nógv, ið kann verða til meina, men neyvan nak-
að er til størri skaða fyri land og fólk enn rúsdrekkaóskilið.
Tí er tað eisini ein landaskaði, um tað ikki kann komast
hesum vanda til lívs og fáa beint hann burtur einaferð
med alla.
Hvussu verður vorðið har rúsdrekka er hitt fyrsta og
hitt fremsta? Hvussu verður tað fólk, hvussu verður tann
tjóð, sum fellur til rúsdrekkanjótan? Tað verður eitt veiktog
eitt ússaligt fólk, tað verður ein neyðars tjóð!
Hann, ið ger nýtslu av rúsdrekka, kann neyvan verða
greiður yvir hetta. Er hann tað, og hann kortini heldur
áfram við rúsdrekkanjótan, tá er hann til skaða fyri landið,
tá er hann ein vána samfelagslimir, tá er hann eitt vána
fyridømi fyri tey hann kemur saman við, tá er hann eitt
vána fyridømi fyri hina uppvaksandi ættina. Eingin, ið vil
ráða sær sjálvum sum hevur ábyrgd fyri øðrum, eigur at
drekka rúsđrekka; tí tann maður elia kvinna, ið ger tað,
ræður ikki sær sjálvum, men ger seg sjálvan til træl. Er tað
nakar ið ivast í hesum, so hygg bert at einum, ið fullur er,
hygg eftir hvat ræði hann hevur á sær sjálvum. Úrslitið verð-
ur, at ein má ásanna og siga at hann, ið fullur er, ikki í
nøkrum ræður sær sjálvum.
Rúsdrekkavandin, mannaættarinnar versti fíggindi er í
Føroyum eisini. Tað gerst tí neyðugt, at Føroya fólk ikki
letur sum einki, men gongur saman fyri at gera av við
henđa fígginđa, sum, um tað ikki verður ansa eftir honum,
verður at avmergja okkum sum fólk.
Føroya framtíð er ungdómurin. Tað verður hann, sum
verður at avgerða hvussu vorðið verður í Føroyum. Soleiðis
sum hann er, soleiðis verður fólkið og framtíðin. Tí er tað
ein stór ábyrgd, sum liggur á ungdóminum, og hann eigur
at geva hesi ábyrgd gætur. Tey elđri eiga tó at ganga und-
an við góðum fyridømi, tey eiga at vísa teim ungu leiðina