Dúgvan - 01.12.1941, Page 47

Dúgvan - 01.12.1941, Page 47
DÚGVAN 143 ábyrgd á seg, at ein ikki ger nakað, sum kann vera hesum oyggjum, okkara fosturlandi at meini. Tað er nógv, ið kann verða til meina, men neyvan nak- að er til størri skaða fyri land og fólk enn rúsdrekkaóskilið. Tí er tað eisini ein landaskaði, um tað ikki kann komast hesum vanda til lívs og fáa beint hann burtur einaferð med alla. Hvussu verður vorðið har rúsdrekka er hitt fyrsta og hitt fremsta? Hvussu verður tað fólk, hvussu verður tann tjóð, sum fellur til rúsdrekkanjótan? Tað verður eitt veiktog eitt ússaligt fólk, tað verður ein neyðars tjóð! Hann, ið ger nýtslu av rúsdrekka, kann neyvan verða greiður yvir hetta. Er hann tað, og hann kortini heldur áfram við rúsdrekkanjótan, tá er hann til skaða fyri landið, tá er hann ein vána samfelagslimir, tá er hann eitt vána fyridømi fyri tey hann kemur saman við, tá er hann eitt vána fyridømi fyri hina uppvaksandi ættina. Eingin, ið vil ráða sær sjálvum sum hevur ábyrgd fyri øðrum, eigur at drekka rúsđrekka; tí tann maður elia kvinna, ið ger tað, ræður ikki sær sjálvum, men ger seg sjálvan til træl. Er tað nakar ið ivast í hesum, so hygg bert at einum, ið fullur er, hygg eftir hvat ræði hann hevur á sær sjálvum. Úrslitið verð- ur, at ein má ásanna og siga at hann, ið fullur er, ikki í nøkrum ræður sær sjálvum. Rúsdrekkavandin, mannaættarinnar versti fíggindi er í Føroyum eisini. Tað gerst tí neyðugt, at Føroya fólk ikki letur sum einki, men gongur saman fyri at gera av við henđa fígginđa, sum, um tað ikki verður ansa eftir honum, verður at avmergja okkum sum fólk. Føroya framtíð er ungdómurin. Tað verður hann, sum verður at avgerða hvussu vorðið verður í Føroyum. Soleiðis sum hann er, soleiðis verður fólkið og framtíðin. Tí er tað ein stór ábyrgd, sum liggur á ungdóminum, og hann eigur at geva hesi ábyrgd gætur. Tey elđri eiga tó at ganga und- an við góðum fyridømi, tey eiga at vísa teim ungu leiðina

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.