Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 17
DÚGVAN
113
liga við kettur. 011 tey seinastu árini hevði ein svartur tressur
verið í húsinum, Janus kallaður, og Katrin og Janus komu
ikki altíð líka gott út av tí. Tað var einki skil á, meinti
Katrin, sum hin gamla gøddi Janus upp við róma og fiski.
Eitt slíkt beist, ið tvinnaði fyri fótunum á einum, og stjól
bara tað slapp fram at. Um hon hevði rátt skuldi hann verið
skotin, og tað beinanvegin.
Ein dagin, tá ið hin gamla var ógvuliga ússalig, sendi
hon Katrina eftir sakføraranum. Og tá ið hann, eina løtu
seinni, helt sína leið móti húsunum hjá Julionnu, visti øll í
bygdini, at nú skuldi testamentið skrivast. Hetta hevði Katrin
fortalt øllum, hon møtti á vegnum.
Tá ið sakførarin lat útdyrnar upp hjá Julionnu, kom
nakað svart, ikki ólíkt einum fótbólti, í leysum loftið oman
gjøgnum loftstrappurnar og lenti millum beinini á honum.
Tá sá hann, at tað var ein ketta. Hann steðgaði og leit upp
í trappurnar, og har sá hann tvey tjúkk, bláríput bein og
ein víðan kjóla. Bæði bein og kjóli vóru Katrinar, og tað var
hon, ið hevði spælt fótbólt við kettuni.
Nú var sakførarin ein stórur đjóravinur, ja, í mongum
førum lievði hann meira álit á djórum enn á menniskjum.
Og av teimum seinastu stóð Katrin ikki høgt í hansara um-
dømi. Tá ið hon, fót f.vri fót, var komin raggandi oman
gjøgnum trappurnar, setti hann ógvisligar brýr og segði:
„Hvat havast tit at her? Hvussu fara tygum við kettuni?
Hvat høvdu tygum sagt, um eg sendi tygum ein tílíkan túr
gjøgnum loftið?
Katrin skeitti uppá hann: „Eitt slíkt baggbeist!"
segði hon.
„Er tað meg, tygum meina við?“ spurdi sakførarin.
„Tygum, nei, tað er Janus. Hann hevur đripið kanariu-
fuglin hjá mær.“
„So, hevur hann tað.1' Nú var sakførarin ikki so óður,
og hann helt fram: „Ein ketta er jú ein ketta, men harfyri
skal hon ikki verða soleiðis viðfarin. Sigi mær, ei frúan
vakin?“