Dúgvan - 01.12.1941, Page 17

Dúgvan - 01.12.1941, Page 17
DÚGVAN 113 liga við kettur. 011 tey seinastu árini hevði ein svartur tressur verið í húsinum, Janus kallaður, og Katrin og Janus komu ikki altíð líka gott út av tí. Tað var einki skil á, meinti Katrin, sum hin gamla gøddi Janus upp við róma og fiski. Eitt slíkt beist, ið tvinnaði fyri fótunum á einum, og stjól bara tað slapp fram at. Um hon hevði rátt skuldi hann verið skotin, og tað beinanvegin. Ein dagin, tá ið hin gamla var ógvuliga ússalig, sendi hon Katrina eftir sakføraranum. Og tá ið hann, eina løtu seinni, helt sína leið móti húsunum hjá Julionnu, visti øll í bygdini, at nú skuldi testamentið skrivast. Hetta hevði Katrin fortalt øllum, hon møtti á vegnum. Tá ið sakførarin lat útdyrnar upp hjá Julionnu, kom nakað svart, ikki ólíkt einum fótbólti, í leysum loftið oman gjøgnum loftstrappurnar og lenti millum beinini á honum. Tá sá hann, at tað var ein ketta. Hann steðgaði og leit upp í trappurnar, og har sá hann tvey tjúkk, bláríput bein og ein víðan kjóla. Bæði bein og kjóli vóru Katrinar, og tað var hon, ið hevði spælt fótbólt við kettuni. Nú var sakførarin ein stórur đjóravinur, ja, í mongum førum lievði hann meira álit á djórum enn á menniskjum. Og av teimum seinastu stóð Katrin ikki høgt í hansara um- dømi. Tá ið hon, fót f.vri fót, var komin raggandi oman gjøgnum trappurnar, setti hann ógvisligar brýr og segði: „Hvat havast tit at her? Hvussu fara tygum við kettuni? Hvat høvdu tygum sagt, um eg sendi tygum ein tílíkan túr gjøgnum loftið? Katrin skeitti uppá hann: „Eitt slíkt baggbeist!" segði hon. „Er tað meg, tygum meina við?“ spurdi sakførarin. „Tygum, nei, tað er Janus. Hann hevur đripið kanariu- fuglin hjá mær.“ „So, hevur hann tað.1' Nú var sakførarin ikki so óður, og hann helt fram: „Ein ketta er jú ein ketta, men harfyri skal hon ikki verða soleiðis viðfarin. Sigi mær, ei frúan vakin?“

x

Dúgvan

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.