Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 46
HVl MA OG SKAL
FRÁHALDSRØRSLAN SIGRA?
Eftir Elias Johansen.
Fyristøðumaður fvri N.I.O.G.T. Umdomislosju í Fqroyum.
Ásannandi hvat vanlukka rúsdrekka er fyri mannaættina
í síni heild, — soleiðis eisini f.yri Føroyaland, og sum eitt
mótmæli móti rúsđrekkaóskilinum er tað, at menn og kvinn-
ur kring alla Føroyar, eins og í øðrum londum, hava tikið
seg saman í feløg fyri í fylking at virka fyri hinum stóra
høvuðsendamálinum: „Føroyar reinskaðar fyri rúsdrekka.“
Nú hetta árið brátt er at enda komið, er tað rættt at
steðga á og kanna eftir, um tað ikki er rætt sum vit frá-
halđsfólk siga. Og skal her verða drigið ymiskt fram sum
prógvar, at soleiðis er, at eins og sannleikin altíð vinnur,
soleiðis vil fráhaldsrørslan eisini vinna fyri enđamáli sínum.
Tó kann ganga styttri og tað kann ganga longur tíð áðrenn
vunnið verður fram á mál, men hin endaligi sigurin er okk-
ara. í tí treysti halda vit á og halda støðugt frameftir.
Eitt føroyskt skald sigur:
Vit sum í Føroyum fingu dagsins ijós at sjá,
sum børn við móðurbarm her mundi hvíla,
vit vilja, meðan vit eru hesum foldum á,
tær oyggjar elska bæði nú og síðla.“
Ivaleyst kann hvør einasti Føroyingur gera hesi orð til
síni, men tað krevur samstundis, at ein harvið tekur eina