Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 18

Dúgvan - 01.12.1941, Blaðsíða 18
114 DÚGVAN „Jú, geri so væl, her er kamarið." Sakførarin fór inn til Julionnu, og lat hurðina væl aftur. Katrin var heilt frá sær sjálvum av sorg, tí hon hevði mist kanariufuglin, men hon tók seg tó so mikið saman, at hon sníkti seg spakuliga. yvir at lyklarholinum at iurta. Tað hevði verið forvitnisligt at frætt hvussu nógv, ið hon fór at fáa. Sjálvandi ivaðist hon ikki í, at Julianna fór at minnast til hana. Hon vendi fyrst høgra oyra til lyklaholið, men hoyrdi einki. So vendi hon vinstra til, men tað segði tað sama. — Ná, ja — so noyddist hon heldur at bíða til jarðarferðin var yvirstaðin. Hon raggaði sær tí út í' køkin. Her sat hon og hugsaði um, hvussu hon skuldi hevna seg inn á Janus afturfyri kanariufuglin. Janus skuldi ikki billa sær inn, at hann slapp soleiðis, bert við at vera senđur eina ferð út ígjøgnum rúmið. Nei, hann skuldi fáa annað at síggja, næstu ferð liann kom at biðja róma. Og tá ið Julianna var đeyð, og tað kunđi væl ikki vara so leingi, tá skuldi Janus tveitast út av húsinum — tað skuidi hon gera gott. Og Katrin gleddi seg longu yvir hevndina, ið koma skuldi yvir Janusar synduga kropp. Julianna doyði og varð jarðað. Bert Katrin og sakførarin fylgdu. Tár fullu eingi við hennara grøv. Katrin fekk boð frá sakføraranum um at ganga inn á gólvið á skrivstovuni hjá honum einar tveir dagar aftaná jarðarferðina. Jú, tað skuldi hon gera. Hon stásaði seg upp í syrgiklæðum, svørt øll sum hon var, og fór á skrivstovuna. Sakførarin sat í einum stóli og sá ógviliga bítskur út. Brillurnar stóðu langt frammi á nøs- ini, og so sat hann og guvaði so ræðuligt úr einari stórari pípu. Katrin hevði enn aldri sæð oraklið í gamla Grikklandi, men tað skeyt henni knappliga inn, at nakað soleiðis mundi tað síggja út. Sakførarin skeitti yvir brillurnar upp á Katrina, tók píp- una út úr munninum, og segði so: »Tygum eru altso Katrin, sum hevur tænt hjá Julionnu í 24 ár?“
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64

x

Dúgvan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Dúgvan
https://timarit.is/publication/14

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.