Dúgvan - 01.12.1941, Síða 18
114
DÚGVAN
„Jú, geri so væl, her er kamarið."
Sakførarin fór inn til Julionnu, og lat hurðina væl aftur.
Katrin var heilt frá sær sjálvum av sorg, tí hon hevði mist
kanariufuglin, men hon tók seg tó so mikið saman, at hon
sníkti seg spakuliga. yvir at lyklarholinum at iurta. Tað hevði
verið forvitnisligt at frætt hvussu nógv, ið hon fór at fáa.
Sjálvandi ivaðist hon ikki í, at Julianna fór at minnast til
hana. Hon vendi fyrst høgra oyra til lyklaholið, men hoyrdi
einki. So vendi hon vinstra til, men tað segði tað sama. —
Ná, ja — so noyddist hon heldur at bíða til jarðarferðin var
yvirstaðin.
Hon raggaði sær tí út í' køkin. Her sat hon og hugsaði
um, hvussu hon skuldi hevna seg inn á Janus afturfyri
kanariufuglin. Janus skuldi ikki billa sær inn, at hann slapp
soleiðis, bert við at vera senđur eina ferð út ígjøgnum rúmið.
Nei, hann skuldi fáa annað at síggja, næstu ferð liann kom
at biðja róma. Og tá ið Julianna var đeyð, og tað kunđi væl
ikki vara so leingi, tá skuldi Janus tveitast út av húsinum
— tað skuidi hon gera gott. Og Katrin gleddi seg longu
yvir hevndina, ið koma skuldi yvir Janusar synduga kropp.
Julianna doyði og varð jarðað. Bert Katrin og sakførarin
fylgdu. Tár fullu eingi við hennara grøv.
Katrin fekk boð frá sakføraranum um at ganga inn á
gólvið á skrivstovuni hjá honum einar tveir dagar aftaná
jarðarferðina. Jú, tað skuldi hon gera.
Hon stásaði seg upp í syrgiklæðum, svørt øll sum hon
var, og fór á skrivstovuna. Sakførarin sat í einum stóli og
sá ógviliga bítskur út. Brillurnar stóðu langt frammi á nøs-
ini, og so sat hann og guvaði so ræðuligt úr einari stórari
pípu. Katrin hevði enn aldri sæð oraklið í gamla Grikklandi,
men tað skeyt henni knappliga inn, at nakað soleiðis mundi
tað síggja út.
Sakførarin skeitti yvir brillurnar upp á Katrina, tók píp-
una út úr munninum, og segði so:
»Tygum eru altso Katrin, sum hevur tænt hjá Julionnu
í 24 ár?“