Dúgvan - 01.12.1941, Qupperneq 54
150
DÚGVAN
drongur, hevði í sínum ungu árum fingist eitt sinđur við
timbursmíð í Havn.
Hann var, sum gamlir dreingir flest, ikki so lítið serur.
Hansara hugsunarháttur var ikki longur komin, enn vanlig
fólk høvdu í hinum árhundraðnum.
Fyrst gjørdu teir grundina, og so smíðaðu teir frá tíðliga
á morni til seint á kvøldi. Sámal Jógvan var arbeiðskønur
ráðgevari. Meðan arbeiðið fór fram, var fast brævaskifti
millum Knút Pætur og Annu Sofíu, um hvussu ið gerast
skuldi.
Anna Sofía hevði eina fasta hugsan um, hvussu ið alt
skuldi síggja iit. Hon fór upp í lýsingini tann eina morg-
unin, fyri at máta, hvussu stórur embætismannakøkurin var,
tí hann var gjørdur beint soleiðis, sum hon hevði ætlað at
hennara køkur skuldi verða.
Hon skrivaði stutt og greitt, at køkurin skuldi vera 20
X 24. Knút Pætur var illa við, tá hann fekk mátið uppá
tann stóra køkin. Ilvat skuldi hann tó gera, húsini vóru ikki
meir enn 9 X 11 alin, og nú vilđi hon hava køkin 20 X 24.
Bert Anna Sofía ikki var smittað av stórlætis ørskapin-
um? Hann angraði, at hann nakrantíð lat hana fara til Havnar.
Dagin eftir fekk hann aftur eitt bræv frá henni. Nú segði
hon, at nú hevði hon mátað køkin einaferð aftrat, og at hon
nú var komin til tað úrslit, at hon ikki kom at trívast í ein-
um køki, ið var minni enn 21 X 27, men hon bað hann ansa
eftir, tað var hvørki favnar, føtur ella tummar, men spannir!
Tað kom av at hon átti ongan tummastokk, so hevði hon
máta í spannum.
Knút Pætur læs brævið tríggjar ferðir innantanna, so
læs hann fjórði ferð hart fyri Sámal Jógvan. Teir hugdu
hvør uppá annan. Skuldi teir nú fara at flyta skilarúmið fyri
triðju ferð? Sámal Jógvan helt ikki, og so suffaði hann so
hjartaliga og segði: „Nei, hasi konufólkini, hasi konufólkini.“
Eina løtu var Knút Pætur reiðiliga í døpurhuga, men so
tók hann eina stóra avgerð, og segði: „Allar góðar ferðir
eru tríggjar. Vit flyta tað eina ferð aftrat, men so ikkimeir.“