Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 9
Fólkanøvn í Sandoyar sýslu 1801
17
heima á Sandi. Har aftrat er M. seinna navn í saman-
setingum: Anna M., Christine M., Friderica M. og Lis-
beth M.
1 Marianna er 3 ára bóndadóttir í Innaradali í Skálavík.
3 Rachel eru 64 ára bóndakona í Dali, 32 ára ógifta systir
Óla bónda undir Hagabrekku og 25 ára tænastukvinna
í Dalsgarði í Skálavík.
2 Sara eru 61 ára og 49 ára matmøður heima á Sandi.
4 Sidsel. Elsta S. er ein av teimum seks íbúgvunum í presta-
garðinum heima á Sandi, sum presturin Peder Hentze
skýrir: »Gamle, nu ubrugelige Tienestefolk fra Formænds
Tiid; nyde Ophold paa Gaarden til deres Død.« Tey eru
øll 6 millum 68 og 82 ár. Sjálv er S. 76 ár. Hinar S. eru
53 ára bóndakona í Skúvoy, 43 ára bóndakona í Skála-
vík og 2 ára smágenta í Dali.
3 Sigga eru allar farnar um hálvthundrað: 74 ára gomul
genta í Skúvoy, 72 ára einkja á Skarvanesi og 50 ára
sýslumanskona heima á Sandi.
1 Sophia er 2 ára smágenta í Skálavík, og har aftrat er
S. seinna navn í samanseting Anna S. og fyrra navn í
samanseting S. Hedevig.
1 Sophia Hedevig er 4 ára prestadóttir heima á Sandi.
35 Sunnevad eru í øllum bygdum í Sandoyar sýslu uttan í
Dímun. Aldur 5—85 ár.
10 Susanna eru í øllum bygdum í Sandoynni uttan á Skarva-
nesi, men ikki í Skúvoy ella í Dímun. Aldur 9—45 ár.
235 kvinnur í Sandoyar sýslu 1801.
Mannanøvn í Sandoyar sýslu 1801
1 Anders er 10 ára drongur í Skúvoy.
1 Andreas, 68 ár, er yngstur av teimum seks íbúgvunum í
prestagarðinum heima á Sandi, sum presturin skýrir:
»Gamle, nu ubrugelige Tienestefolk fra Formænds Tiid;
nyde Ophold paa Gaarden til deres Død.«