Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 79
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
87
at tað kann verða kjakað, um fyrri liður í «-tvíljóðinum er
reint fortunguljóð, kanska er hann líka so mikið millumtungu-
ljóð. Men formarnir norðarlaga á Eysturoynni eru her rokn-
aðir fyri at vera gamlir og hinir vanligu í føroyskum fyri
seinni vøkstur. Nakað endaligt kann neyvan verða sagt um
hetta, men rokna vit hinar vanligu føroysku formarnar fyri
gamlar og teir norðanfyri fyri nývøkstur, má frágreiðingin í
6. b) verða broytt soleiðis, at pettið um ávirkanina frá g-k
framman fyri ú á g-k framman fyri í-ý verður tikið burturúr,
flutt upp í 6. a) og broytt tann vegin, at í-ý verður tvíljóðað,
fyrri liður er baktunguljóð, g og k framanfyri laga seg eftir
gongdini og verða at afturgómaljóðum.
Hetta letur í ljós spurningin um, hvussu bólkarnir a), b) og
c) skulu verða tíðarfestir hvør til annan. At c) er yngstur,
man lítil ivi vera um, truplari er at siga nakað um, hvussu
viðurskiftini eru millum a) og b). Tað er greiðast at hugsa
sær, at a) er elstur, her er hin forna reglan í málinum ráðandi,
t. e .at framburðurin av g-k verður at laga seg eftir fylgjandi
ljóði. Men óvist er, um ikki vøksturin hjá fn. au í tíð eigur
at verða settur í samband við hinar stóru tvíljóðingarnar —
kanska verður høvi til at venda aftur til spurningin seinni.
8.
Fyri seg standa sjálvljóðabroytingarnar framman fyri ng
og nk.
Tað ella tey ljóð í hesi støðu, sum vit í dag vanliga skriva
o og ei, tá ið i ella j kemur aftan á ng og nk, t. e. tá ið g og k í
hesi støðu hava framgómaframburð1), er mest gamalt e, í ein-
støkum førum onnur ljóð. Her skal bert verða sagt, at broyt-
ingin burtur jrá hinum upprunaliga Ijóðinum e má ætlast at
vera eldri enn broytingin av g og k til framgómaljóð. Dømi:
Gjøgnumført í ymisligan mun í miðføroyskum, men dømi eru eisini
um ei-framburð, har einki i ella j kemur aftaná, t. d. Eingland og eing-
lendingar í Sandoynni.