Fróðskaparrit - 01.01.1966, Blaðsíða 69
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
77
baktunguljóðum, tá tað ongan týdning hevði í ljóðskipanini,
t. e. ikki var fonemiskt, og tá tað sum nevnt ikki gjørdi vart
við seg í skaldskapinum. Eftir hesum er kanska beinast at
rokna við líðandi smábroyting av g-^-framburSinum frá rein-
um afturgómaframburSi (framman fyri a-á-g) til uppgóma-
kendan framburð (framman fyri i-í-y-ý). Fyri fyrst, og so
leingi annað ikki er vanliga viðurkent, verður tó her hildið
fast um hina gomilu uppfatanina, at mark hevur verið í forn-
málinum millum afturgómaframburð av g-k framman fyri
baktunguljóðum og uppgómakendan framburð framman fyri
fortunguljóðum, so sum víst í omanfyristandandi skrá.
Bera vit eftir skránni fornnorrønt saman við føroyskt, síggja
vit, at ikki so lítið er hent her:
samsvar fn. uppg. — fn. afturg. —
før. afturg. før. framg.
i / l au (før. ey)
e e )
y j. | (før- *)
u ý
ú ce (før. ø)
0 ei
ó ey (før. oy)
9 (før. o og ø)
a
(ø)
í helvtini av førunum samsvarar føroyskt við fornnorrønt
(afturgómaframburður — afturgómaframburður, framgóma-
framburður — uppgómakendur framburður), men í summum
førum hava vit í føroyskum afturgómaframburð, har hitt
gamla málið hevði uppgómakendan framburð, t. e. framman
fyri í, e, æ, ý, ce, ei og ey, í einstøkum føri framgómaframburð
fyri fornan afturgómaframburð: au.