Fróðskaparrit - 01.01.1966, Side 73

Fróðskaparrit - 01.01.1966, Side 73
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð 81 011 dømini í I), II) og III) verða sostatt ikki hildin at vera fornar samansetingar k-g + ø, men ymist annað, stundum hevði kanska verið beinast at skrivað t fyri k; tey hava sína serligu søgu og hava tí ikki longur áhuga fyri ta í petti 1. a), b) og c) umrøddu skipan av tilfarinum. 3. Málini fyri sunnan, Hetlandsmálið og Orknoyggjamálið, eru her ógreið. Orknoyggjamálið hevur vanliga uppgómaframburð framm- an fyri fortunguljóði, men dømi eru eisini um uppgómafram- burð framman fyri baktunguljóðum (fn. garðr, ganga o. o.), sbr. MARWICK (1929). Viðvíkjandi Hetlandsmálinum nevnir HÆGSTAD (1901) dømi um uppgómaframburð av g og k framman fyri fn. i og e, umframt uppgómaframburð av fn. gj (gjarna) og vísir annars til JAKOBSEN (1897). JAKOBSEN (1897) skrivar, at uppgóma- og afturgómafram- burður av g og k (»navnlig almindeligt pá N0«) í herðingar- sterkari staving verða nýttir 'hvør um annan framman fyri fn. e, ei, (hetta tvíljóðið rennur í Hetlandsmálinum saman í eitt Ijóð) og i, »samt et af y, ý fremgáet ø. . . .«. — Um uppgóma- framburð av g og k framman fyri fn. ø skrivar hann einki. Av lýsingarorðinum fn. kærr prentar hann bert ein framburð, afturgómaframburð. Men bókin er minni enn so fullfíggjað, hann skrivar sjálvur í fororðinum um hana: »Hvad jeg har til- stræbt er først og fremmest at give en almindelig karakteristik af det i nyshetlandsk bevarede norrøne ordforrád uden noget forsøg pá tilnærmelsesvis at udtømme mine samlinger«, og við at hyggja eftir í hini stóru Hetlandsorðabókini hjá honum, JAKOBBSEN (1921), finnur tú einstøk dømi um skiftandi framburð av g og k framman fyri fn. æ, t. d. køf, v., og enntá eisini fn. p, t. d. køs, s. (eins og norskt — og mótvegis før- oyskum og íslendskum — hevur hetlendskt ikki vanliga gongd- ina samsvarandi fortunguljóð, men undantøk eru, t. d. køs, gøda). — Kortini eru viðurskiftini í hetlendskum ikki
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.