Fróðskaparrit - 01.01.1966, Side 68
76
Skiftið millum framgóma- og afturgómaframburð
æ » før. ø afturg.
H afturg. »
H » »
0 » »
r 0 » »
Q » før. o og ø »
a » »
ei uPPg- »
ey » før. oy »
an afturg. før. ey framg.
Henda skrá sýnir vinstrumegin, hvussu býtið millum aftur-
gómaframburð og uppgómakendan framburð av g-k framman
fyri sjálvljóði í forljóði verður hildið at hava verið í forn-
málinum, til samanburðar er høgrumegin víst á hitt samsvar-
andi býtið millum afturgómaframburð og framgómaframburð
í føroyskum.
Tað skal verða viðmerkt, at vís dømi úr fornmálinum um
g-k framman fyri e ikki eru funnin, og sambandið g + ú tykist
hvørki at vera til í fornmálinum ella í føroyskum, men ivi er
neyvan um, at um slík sambond høvdu verið, høvdu tey haft
pláss í skránni sum tilskilað.
At býtið millum afturgómaframburð og uppgómakendan
framburð av g-k í fornnorrønum hevur verið soleiðis, sum
omanfyristandandi skrá, halda menn seg m. a. síggja av ís-
lendskum og norskum í dag. Til norskt er at siga, at bygdar-
málini enn ikki eru kannað til fullnaðar, men einki røkist har
fyri nøkrum, sum kann broyta skoðanina.
Tað eigur at verða viðmerkt, at minni dentur kann verða
lagdur á býtið millum afturgóma- og ikki-afturgómaframburð
av g-k í norskum og íslendskum í dag, tá býtið millum aftur-
gómaframburð og meira uppgómakendan framburð av hesum
ljóðum í fornmálinum verður kannað. Vísast kann m. a. til
Fyrstu Málfrøðiritgerðina, sum ikki ger serskiltan mun á her,
tað kann sostatt vera ivi, um nakað veruligt mark hevur verið
millum g-k framman fyri fortunguljóðum og framman fyri